NSÍ fær spælara úr Brasil

Síðani hon fyri tveimum árum síðani kom til Føroya, hevur hon spælt við 07 Vestur og B36

Jóannes Hansen
11. november 2023 kl. 19:59

NSÍ kvinnurnar vunnu í heyst steypafinaluna ímóti KÍ, og í landskappingini endaðu tær næstfremst. Nú fyrireika tær seg til nýggja kappingarárið, og í kvøld skrivar NSÍ soleiðis:

Næsta kappingarár fer 26 ára gamla Evelin Da Silva Mastropasqu at leika við NSÍ. Evelin er ættað úr Brasil og kom til Føroyar í 2021, at leika við 07 Vestur. Í summar skifti Evelin til B36.

Evelin er ein sterkur og arbeiðssamur miðvallari, sum er væl fyri tekniskt. Í 54 dystum, hevur hon skorað heili 23 mál í bestu deildini hjá kvinnum. Hetta boðar frá einum miðvallara sum eisini skorar nógv mál.