NSÍ fær franskan miðvallarstyrk

25 ára gamli Yassine El Quatki hevur seinasta árið spælt fótbólt í bestu svensku deildini

Jóannes Hansen
9. juli 2024 kl. 21:38

Konrad Gustafsson er svenskur miðvallari, sum higartil í ár hevur verið á miðvøllinum hjá NSÍ. Hann er farin til hús, og í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við annan spælara í svenskum fótbólti.

Talan erum 25 ára gamla Yassine El Quatki, sum síðsta árið hevur spælt við Varberg BoIF í bestu svensku deildini. NSÍ sigur, at hann kennir eitt sindur til føroyskan fótbólt og gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

Svenski NSÍ venjarin Jens Wedeborg sigur soleiðis við nsi.fo um nýggja spælaran:

- Talan er um ein vinstrabeintan leikara, ið kann spæla á øllum plássum á tí sentrala miðvøllinum. Yassine hevur gott yvirblikk og er góður á bóltinum. Á hendan hátt kann hann stýra spælinum hjá NSÍ, sigur Jens Wedeborg.

assine er uppvaksin í akademinum hjá bæði Le Havre og PSG.  

- Hansara uppaling í fronskum fótbólti, og hansara royndir í bestu svensku deildini, gera at vit fáa ein sera góðan og royndan leikara, ið gevur okkum nógvar møguleikar, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, við heimasíðuna hjá felagnum.