Kunningarskriv frá starvsnevndini í NSÍ
Í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ
Í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið 28. juni 2024 skal
viðmerkjast, at:
• Formaðurin persónliga fór inn í dómararúmið eftir dystin og tók í hondina á
dómaratoyminum og bað vegna felagið um umbering.
• Formaðurin fylgdi persónliga dómaranum trygt av økinum.
• Dómaravaktirnar stóðu uttan fyri dómararúmið, til dómaratoymið var farið av økinum.
• Ein skrivlig umbering frá starvsnevndini í NSÍ er send Fótbóltssambandi Føroya, ið hevur
sent hana víðari til Kára á Høvdanum. (Hetta skriv sæst niðanfyri)
• Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, hevur persónliga biðið Kára á Høvdanum um
umbering.
NSÍ hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, sum nú liggur hjá Fótbóltssambandinum til støðutakan.