NRA fingið nógvan stuðul eftir hópskotdrápið í Florida

Amerikanski vápnafelagsskapurin NRA (National Rifle Association) hevur fingið nógvan fíggjarligan stuðul síðan hendingina...

Alda Nielsdóttir
29. mars 2018 kl. 17:58

Amerikanski vápnafelagsskapurin NRA (National Rifle Association) hevur fingið nógvan fíggjarligan stuðul síðan hendingina í Florida, har ein 19 ára gamal maður skeyt 17 fólk til deyðis í Marjorie Stoneman Douglas miðnámsskúlanum.

Siðan hópskotdrápið 14. februar hevur NRA ávarað móti "frælsishatandi vinstravonginum", ið ætlar at gera seg inn á "grundleggjandi rættindini hjá amerikanska fólkinum".

Tað sær út til, at henda ætlan hevur eydnast væl, tí NRA hevur fingið nógvar peningagávur síðan hópskotdrápið í februar. NRA fekk dupult so nógvan pening vikuna aftaná hendingina sum vikuna áðrenn.

Sambært CNN fekk "sigursgrunnurin" hjá NRA, ið skal veita pening til politiskt valstríð hjá NRA-vinarligum valevnum, tríggjar ferðir so nógvar gávur í februar sum í januar.

Tað er óvist hvør orsøkin til hetta er, men tað kann hava nakað at gera við viðmerkingarnar hjá Donald Trump aftaná hópskotdrápið, ið kundu tulkast sum ein ætlað herðing av vápnalógini. Trump hevur tó síðan broytt meining.

Seinastu 24 dagarnar áðrenn hendingina í Florida brúkti NRA í miðal 11.300 dollarar (68.538 krónur) um dagin uppá lýsingar. Fyrstu 4 dagarnar aftaná vóru ongar lýsingar, men næstu 24 dagarnar brúkti NRA í miðal 47.300 dollarar (286.892 krónur) uppá lýsingar um dagin.

Leygardagin áðrenn mótmælisgonguna í Washington, ið næmingar úr Marjorie Stoneman Douglas miðnámsskúlanum skipaðu fyri, skrivaði NRA soleiðis á Facebook síðu sínari.

"Mótmælið í dag er ikki spontant. Skotvápnahatandi ríkfólk og Hollywood elitan manipulera og misnýta børn fyri at oyðileggja 2. grundlógarískoytið og at taka frá okkum rættin til at verja okkum sjálvi og tey, vit eru góð við."

Í teimum síðstu 6 vikunum áðrenn hópskotdrápið í Florida legði NRA bert eina dagføring út, ið heitti á fólk um at stuðla teimum. Í teimum fyrstu 6 vikunum aftaná hendingina hevur NRA lagt 11 dagføringar út.

Tær flestu ávara m.a. ímóti "frælsishatandi vinstravonginum, ið ynskir at taka frá tykkum tykkara grundleggjandi rætt at verja tykkum sjálvi."

"Ongantíð áður hava vit sæð vandamiklari og skilaleysari álop frá teimum, ið vanvirða okkara frælsi," ljóðaði ein onnur dagføring, ið eisini lovaði eina ókeypis gávu til teirra, ið valdu at endurnýggja NRA-limaskapin.

"Vit hava nú meira enn nakrantíð tørv á, at tit stríðast við okkum!"

Vanliga kostar tað 40 dollarar (uml. 242 krónur) um árið at vera limur í NRA. Uml. helvtin av inntøkuni hjá NRA kemur frá limagjøldum. Enn er ovist hvussu nógvar nýggjar limir NRA hevur fingið síðan hópskotdrápið í Florida.

Kelda: The Huffington Post