Ongi úrslit

Novo Nordisk vil hava milliardir í endurgjaldi fyri miseydnaðan heilivág

Danski eilivágsrisin søkir um milliardir í endurgjaldi frá einum felagi í Singapore

Ragnar Sjúrðarson
18. februar 2025 kl. 20:00

Heilivágsrisin Novo Nordisk søkir um milliardir í endurgjaldi fyri ein heilivág, sum miseydnaðist í eini týðandi kanning. Tað skrivar Reuters.

Novo keypti ocedurenone, sum møguliga kundi broyta viðgerðina av høgum blóðtrýsti og framkomnari kroniskari nýrasjúku, frá einum felagi í Singapore í 2023 fyri níggju milliardir krónur.

Í fjør skuffaði rúsevnið í eini fasu 3 kanning, sum kannar um nýggj rúsevni virka betur enn verandi rúsevni, og tað fekk Novo Nordisk til at gera eina niðurskriving á 5,7 milliardir krónur.

Nú krevur Novo Nordisk endurgjald uppá næstan seks milliardir krónur, og ein dómstólur í Singapore hevur nú fastfryst allar ognir hjá fyritøkuni KBP Bioscience PTE og stovnaranum.

So leingi málið heldur fram, fer Novo Nordisk ikki at viðmerkja málið, skrivar Ritzau.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10