Serbiski tennisleikarin, Novak Djokovic, er nú lendur í Australia fyri fyrstu ferð, síðan hann fyri næstan einum ári síðani varð sendur av landinum orsakað av vantandi covid-19 koppseting.
Djokovic varð í januar í ár sendur úr Australia dagin fyri, at Australian Open skuldi byrja, tí hann var ikki koppsettur fyri covid-19 og hevði ikki neyðuga undantaksloyvið fyri koppsetingini.
Talan var um eina nógv umrødda avgerð hjá australsku innfararmyndugleikunum, og ivasamt varð, um Djokovic fór at sleppa inn aftur í landið komandi trý árini.
Men í november tóku australsku myndugleikarnir avgerð um at broyta avgerðina at strika innfararloyvið hjá Djokovic, og samstundis sum at allar covid-19 avmarkingar við landamarkið í Australia eru tiknar burtur, er einki til hindurs fyri, at Djokovic nú aftur kann ferðast til Australia.
Tennis Australia váttar, at Djokovic telist millum leikararnir til kappingina í Adelaide, sum er ein upphitingarkapping til Australian Open.
Kappingin í Adelaide byrjar sunnudagin, og Australian Open byrjar 16. Januar.
Novak Djokovic hevur vunnið Australian Open níggju ferðir og hevur 21 grand slam heiti tilsamans - bert eitt færri enn kappingarneytin, Rafa Nadal, ið hevur 22.