Novak Djokovic: Ætlar ikki at verja Wimbledon ella Roland Garros, um koppseting verður krav

- Eg eri ikki anti-vaxxari, sigur Novak Djokovic  við BBC. Hann ger kortini greitt, at verður koppseting krav fyri at luttaka á Wimbledon ella French Open, telist hann ikki millum luttakararnar

Steinar Patursson
15. februar 2022 kl. 20:20

Novak Djokovic hevur nú gjørt greitt, at hann ætlar sær hvørki at verja Wimbledon ella French Open sigrarnar hjá sær, um koppsetingarkrav verður fyri kappingarnar.

Novak Djokovic slapp sum kunnugt ikki loyvi at taka lut í Australian Open í januar mánaði, eftir at australska stjórnin tók innfarðarloyvi frá honum orsakað av órógvi í samband við koppsetingarstøðu hansara.

Við BBC sigur Djokovic, at hann er ikki anti-vaxxari, men at hann tekur undir við, at tað skal vera upp til tann einstaka at gera av, um viðkomandi vil koppsetast ella ei.

BBC hevur tí spurt Djokovic, um hetta merkir, at hann ikki ætlar at luttaka á Wimbledon ella French Open, um hetta verður í andstøgn við støðu hansara um koppsetingar.

- Ja, tað er prísurin, sum eg eri sinnaður at gjalda, svarar Djokovic.

Novak Djokovic leggur aftrat, at hann hevur ongantíð verið anti-vaxxari, og fekk sínar koppsetingar sum barn, men at hann altíð hevur hildið, at tað skal vera upp til tann einstaka at avgera.

Djokovic vann í fjør Wimbledon á italska Matteo Berrettini og French Open á Rafa Nadal.

Nadal megnaði kortini at leggja seg á odda sum tann maðurin, ið hevur vunnið flest grand slam finalur eftir at Djokovic ikki tók lut á Australian Open, sum Nadal endaði við at vinna. Nadal hevur vunnið 20 grand slam finalur, meðan Djokovic og Roger Federer hava vunnið 20 finalur hvør.

Upprunaliga var ætlanin, at Djokovic skuldi sleppa inn í Australia við koppsetingarundantaki, tí hann stutt frammanundan hevði havt koronu. Eftir at rok hevði tikið seg upp um umsóknina um undantak hjá Djokovic, og ein rættur hevði givið honum viðhald, valdi australska stjórnin kortini at senda hann úr landinum aftur, tí óttast varð, at hann fór at elva til øsing millum australskar anti-vaxxarar.

Við BBC sigur Djokovic kortini, at hann roynir at hugsa um møguliga koronukoppseting við ”opnum sinni”, tí at ”vit royna øll í felag at finna bestu loysnina til at gera enda á Covid”, sigur Novak Djokovic við BBC.