Í tíðindaskrivi frá felagnum stendur millum annað, at norska stjórnin vil “hjálpa til hjá felagnum at fáa til vega nýggjan kapital við treytir, lagdar afturat.”
- Vegna okkum øll í Norwegian, so ynski eg at veita eina tøk til stjórnina. Norwegian stendur í einari øgiligari krevjandi støðu vegna alheimsfarsóttini, og við hjálp frá statinum økir tað munandi um møguleikarnar fyri, at tað eydnast okkum at fáa nýggjan kapital og koma ígjøgnum eina endurskipan, sigur samtaksstjórin í Norwegian, Jacob Schram.
Sambært virkisætlanini fyri felagið, so skal Norwegian hava umleið 50 flogfør í nýtslu í 2021. Hetta talið skal síðani økjast til 70 flogfør í 2022 – treytað av eftirspurningi og ferðaavmarkingar.