Northwest Pelagic: Krevur 80 milliónir og 19.000 tons í endurgjaldi

Reiðaríið, sum í fyrraárið fekk viðhald í rættinum um, at Fiskimálaráðið av órøttum ikki vildi endurnýggja loyvini hjá skipinum, hevur nú latið ráðnum kravið um endurgjald, sum rætturin segði, at ráðið hevur skyldu til at gjalda. Sum væntað gjørdist upphæddin øgiliga stór – 80 milliónir krónur í beinleiðis endurgjaldi og tað sum svarar til umleið 50 milliónir í landingarvirði í árligari kvotu

Sveinur Tróndarson
19. januar 2021 kl. 18:19

- Avgerðin hjá Fiskimálaráðnum hevði stórar avleiðingar fyri okkum. Vit vóru tað einasta reiðaríið, sum frammanundan hevði boðað frá, at vit ætlaðu at brúka uppboðssøluna og keypa kvotur tann vegin, men tá Fiskimálaráðið í 2016 gjørdi av ikki at endurnýggja loyvini, ja, so gjørdust vit tað einasta reiðaríið, sum ikki slapp at bjóða.

Tað sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, stjóri í felagnum, Nortwest Pelagic, sum síðan 2016 hevur stríðst móti Fiskimálaráðnum í samband við, at ráðið ikki vildi endurnýggja loyvini hjá Norðhavinum, sum Northwest Pelagic átti.

Í dag hevur felagið latið Fiskimálaráðnum endurgjaldskravið, sum Føroya rættur segði, at ráðið hevði skyldu at fyrihalda seg til, og spurningurin er so, hvussu tann leikurin fer.

Størsta krav í Føroya søgu
Tí talan er um eitt risastórt endurgjaldskrav. Helst tað størsta í føroyskari søgu.

Eitt er, at felagið krevur at fáa 80 milliónir krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku, eitt annað er, at felagið krevur at fáa íalt 19.000 tons av svartkjafti, makreli og sild, og tann upphæddin, sum vit hava roknað út saman við reiðaranum sjálvum, svarar til umleið 50 milliónir krónur í árligum avreiðingarvirði.

- Fortreytirnar fyri endurgjaldskravinum eru, at Føroya rættur gav okkum viðhald í sakarmálinum, sum vit reistu ímóti Fiskimálaráðnum, og í dóminum staðfestir rætturin millum annað, at ráðið hevur endurgjaldsskyldu móti reiðarínum. Vit hava nú uppgjørt okkara krav, og tað er tað, sum vit nú hava latið ráðnum, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen við Dimmalætting.

Spurningurin er so, um Fiskimálaráðið fer at ganga krøvunum hjá felagnum á møti ella ikki, og akkurát tað vil stjórin slett ikki inn at tosa um.

- Vit hava gjørt av at hittast og so taka vit tað harfrá, svarar hann stutt uppá tann spurningin.

Fyrningarfreistin sett úr gildi
Tað var byrjað at sansa at við tíðini hjá reiðarínum.

Málið byrjaði í januar 2016, og skuldi málið ikki partvíst fyrnast, so mátti kravið latast myndugleikunum nú.

- Í morgin 20. januar eru akkurát fimm ár farin síðan málið byrjaði, og tí hava vit arbeitt hart fyri at fáa málið klárt at lata ráðnum, so tað kom inn áðrenn freistin fór. Men í dag fingu vit boð frá Kamaradvokatinum um, at fyrningarfreistin er sett úr gildi, og tí kunnu vit nú fara at samráðast um okkara krav í friði og náðum – og uttan tíðartrýst, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, stjóri.

Hóast kravið er so stórt sum tað er, so er hann sannførdur um, at kravið ikki er reelt.

- Vit hava lagt okkum eftir at rokna endurgjaldskravið so sakliga sum vit á nakran hátt kunnu, og tí hava vit millum annað havt talkunnug fólk innyvir. Grannskoðarafyritøkan Januar hevur gjørt eina bransjuanalysu fyri tíðarskeiðið frá 2013 til 2019, har 2015 er brúkt sum indeksár. Og so hava vit roknað út og justerað í samsvari við hesa uppgerð, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Kann gerast ein dýrur lúsingur
Uttan at siga nakað um, hvat úrslitið verður, tí tað vita vit av góðum grundum ikki, so er nakað sum bendir á, at talan verður um ein dýran lúsing til Fiskimálaráðið – og til landskassan.

Ráðið avgjørdi í 2016 ikki at endurnýggja loyvini hjá Norðhavinum, millum annað tí, at tað ikki vera reiðaríið, men niðurlendska íleggjarin, Jaczon Trawler, sum hevði ræðisrættin yvir skipinum og felagnum.

Men tá málið var liðugt í 2019 kom rætturin til ta niðurstøðu, at Fiskimálaráðið ikki hevði megnað at lyft próvbyrðuna á akkurát hesum økinum.

Fiskimálaráðið kærdi í fyrsta umfari dómin, men valdi seinni at taka málið aftur. Orsøkin til tað var, at reiðaríið á fyrireikandi rættarfundi grundgav so væl fyri síni støðu til spurningin um ræðisrætt, at har var ikki annað at gera enn at taka málið aftur og taka dómin í Føroya rætti til eftirtektar, segði Eyðfinn Jacobsen, sakførari hjá Fiskimálaráðnum við Dimmalætting í februar í fjør.

Tá dómurin inniheldur eina áseting um endurgjald, sum gongur frá 7. mars 2016 at rokna, so mugu partarnir nú til at finna eina loysn á tí spurninginum.

Akkurát í hesum høpinum var fyrningarfreistin avgerandi, tí varð hon ikki sett úr gildi, so hevði verið neyðugt við enn einum sakarmáli.

- Men tí sluppu vit tíbetur undan, og tí fara vit at samráðast um endurgjaldið í næstum, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.