Norski telvarin Stein Bjørnsen er aftur undir illgruna fyri at snýta. Á sjónvarpsmyndum hjá NRK sæst at blindi telvarin hevur eina tráðleysa høvuðtelefon í vinstra lógva.
Upptøkurnar er frá eini kapping í Horten. Á upptøkunum telvar Stein Bjørnsen móti einari 9 ára gamlari gentu. Tað sæst, at Bjørnsen leggur vinstra lógva upp móti oyranum, tá hann hugsar um næsta leikin. Sjálvur vil hann verða við, at høvuðtelefonin ikki varð brúkt til snýtt, men hann kann kortini vanta sær harða revsing.
- Er hann sekur í at snýta so kann hann vanta sær langt leikbann ella at verða útihýstur úr norskum talvi.
Sigur norski talvráðharrin Morten L. Madsen við NRK.
Stein Bjørnsen hevur fyrr fingið leikbann fyri at snýta, tí verður hetta mál tikið í størsta álvara.
Fyrsta málið kom í lag, tí at Bjørnsen tók seg óvanliga nógv fram. Úrslitini hjá honum vóru so góð, at tey samsvaraðu slett ikki við talveginleikarnir hjá honum. Tá var hann kannaður av bæði einum stórmeistara og einum sálarfrøðingi. Báðir komu teir til tað niðurstøðu at Bjørnsen snýti.
Vantandi fellur dómur í hesum máli einaferð í mai mánaða.