Norskur heimildarfilmur um Føroyingahavnina

Sunnudagin 14. august klokkan 16 verður heimildarfilmurin “Da vi var på Grønland” frumsýndur í Norðurlandahúsinum.

Jon Dale hevur teknað
Sigurjón Einarsson
8. august 2022 kl. 14:20

Sunnudagin verður ein forvitnisligur norsku heimildarfilmur um Føroyingahavnina vístur í Norðurlandahúsinum

"Da vi var på Grønland" sigur søguna um Føroyingahavnina, eisini kallað Nordafar, í Vesturgrønlandi, um byggingina og lívið har, til hon varð niðurløgd í 1989. Tá hevði støðin verið virkin í 40 ár.

Tað var norska AL Utrustning, danska Ascrico og føroyska Grønlandsfelagið, sum róku Føroyingahavnina.

Søgan verður fyrst og fremst lýst við norskum brillum, men føroyska søgan hevur eisini fingið pláss í filminum.

Í filminum eru nógv filmsklipp, ið ikki hava verið at sæð alment áður.

Leikstjóri er Kirsti Dale úr Ålesund. Hon hevur sjálv búð eitt stutt tíðarskeið í Føroyingahavnini saman við familjuni. Pápi hennara, Jon Dale, var velferdssjef í 'Norske Velferdshuset' í 1950-unum og 60-unum.

Kirsti Dale verður sjálv eisini við til frumsýningina.

Filmurin, sum er 105 minuttir, er á norskum, men uttan undirtekstir.

Tað er ókeypis atgong, men neyðugt er við tilmelding á nlh.fo.

Kelda: Norðurlandahúsið