Norski vinstraflokkurin Reytt, skal hava nýggjan floksformann.
Tann núverandi, Bjørnar Moxnes, varð sjúkrameldaður í juli, eftir at eitt vakmyndatól prógvaði, at hann hevði stolið einar sólbrillur. Í gjár upplýsti Moxnes, at hann leggur frá sær.
- Eg takki í dag fyri meg, sum leiðara av Reytt. Tað hevur verið ein frálík ferð seinastu 11 árini, og tað ynski eg at siga meira um, men fyrst til stóra málið í summar: Eg tók sólbrillurnar frá handlinum í Gardemoen (flogvøllurin í Oslo), skrivar hann á Facebook
- Eg gjørdi eitt stórt mistak, og eg gjørdi alt nógv verri á tann hátt, eg handfór støðuna.
Flokkurin Reytt er ikki ein partur av parlamentariska grundarlagnum hjá tí sosialdemokratisku stjórnini. Tað er ein lutfalsliga nýggjur flokkur, sum fyrstu ferð bleiv valdur í Stórtingið í 2017 við einum tinglimi.
Í 2021 fekk flokkurin átta pláss í stórtinginum. Bæði valini hjá flokkinum vóru undir leiðslu av Bjørnar Moxnes.
Í fyrsta umfari segði Bjørnar Moxnes, at hann hevði tikið sólbrillurnar av óvart.
- Tá eg skuldi víðari, gloymdi eg í skundinum, at eg hevði tær við mær, og fór út úr handlinum, segði hann við avísina VG.
Norska løgreglan trúði ikki søguni hjá formanninum í Reytt.
Í gjár legði hann kortini á borðið og skrivaði á Facebook vanga sín, at hann hevði stolið sólbrillurnar við vilja:
- Tað eri eg, sum havi ábyrgdina av, at eg tók sólbrillurnar. Ongin annar, skrivaði Bjørnar Moxnes.