Norskt felag vil hava Magna Hoseth nú beinanvegin

TV2 Norge veit at siga, at Start er í sambandi við KÍ venjaran, hóast felagið hevur sáttmála við annan venjara, og Magne Hosethy er bundin at KÍ í eitt ár aftrat

Jóannes Hansen
12. desember 2023 kl. 20:29

Í kvøld verða síðstu fyrireikingarnar gjørdar í Klaksvík, áðrenn KÍ ferðalagið í morgin fer úr Vágum við kós ímóti Lille í Fraklandi, har síðsti dysturin í Europa Conference League bólkaspælinum verður hóskvøldið.

Um tað gongur, sum tað verður ætlað í norska felagnum Start, so verður ferðin til Fraklands tann síðsta hjá Magne Hoseth saman við KÍ.

Í kvøld veit TV2 Norge at siga, at tað í norska felagnum Start verður arbeitt við, at Magne Hoseth skal taka við sum venjari í felagnum, sum spælir í næstbestu norsku deildini.

-Enn er tað nógv, sum skal fáast upp á pláss, áðrenn Magne Hoseth kann taka við sum venjari í Start, men í felagnum verður tað av álvara arbeitt við, at tað skal eydnast, veit TV2 Norge at siga frá sentralum keldum í felagnum.

TV2 Norge sigur, at KÍ er kunnað um, at tað verður arbeitt við at fáa Magne Hoseth úr felagnum, og at tað verður arbeitt við øðrum møguleikum.

Magne Hoseth er bundin at sáttmála við KÍ í eitt ár aftrat, at Start hevur skrivað undir sáttmála við Sindre Tjelmeland, sum er bundin at Start í eitt ár aftrat.

Í ár endaðu Sindre Tjelmeland og Start á fimta plássi í næstbestu deildini, og nú eru tað teir í felagnum, sum arbeiða við at skifta venjaran út.

Tað letur til, at ítróttarstjórin í felagnum, sum er hann, ið hevur ábyrgd av at seta venjara, ikki er kunnaður í ætlanirnar um at fáa Magne Hoseth at taka við venjarastarvinum nú beinanvegin.

-Tað eru eg og nevndarformaðurin Ole Magnus Skisland, sum hava ´byrgdina av at seta venjara, og vit hava ikki tosað um at broyta tað, sum er avrátt, sigur ítróttarstjórin Magni Fannberg við TV2 Norge.

Ráðgevin hjá Magne Hoseth Sverre Mauseth vil ikki viðmerkja tíðindini.