Norskir punkdiskotónar á G!
Das Body framføra í Gøtu í summar
Fríðmundur Nattestad
2. apríl 2024 kl. 10:00
Nýggjasta navnið á skránni fyri G! Festivalin 2024 er norski bólkurin Das Body.
G! Festivalurin lýsir bólkin soleiðis:
Eitt brak av eini konsert er í væntu, tá ið norski bólkurin Das Body kemur á vitjan. Tónleikurin tey spæla er er eitt slag av punkdisko tónleiki. Ellie Linden eitur orkumikla songkvinnan, sum stendur í miðjuni, og hon minnir ikki sört um eina blanding av Debbie Harry og Gwen Stefani.
Hettar er ein av hasum bólkunum, har tað er ringt at fanga teirra sonnu orku á upptökum - eins og tað er ringt at fanga hugflog og goyma tað á flösku.
Boðini eru stutt og greið: Das Body skal upplivast! Og tað kanst tú á G!