Norski sentralbankin boðar í dag frá, at bankin fer at hækka rentuna upp á 0.25 prosent.
Stjórin í bankanum, Øystein Olsen, sigur sambært NRK í tíðindaskrivi, at tíðin er komin til eina normalisering av norska búskapaninum, og at tí skal leiðandi rentan stigvíst hækka komandi tíðina.
Eftir ætlan skal rentan vaksa til eitt prosent um eitt ár, og um alt gongur eftir ætlan, skal rentan vera 1,7 prosent móti ársenda 2024. Áðrenn koronukreppuna var rentan 1,5 prosent.
Bankin metir, at nú norski búskapurin er á veg til normalisering eftir koronufarsóttina, má rentustøðið fylgja við, tí tað er ikki longur neyðugt við kreppuátøkum, so sum lágari rentu.
Fleiri norskir bankar hava boðað frá, at teir ætla ikki at økja sína rentu, hóast sentralbankin økir leiðandi rentuna, teirra milum Sbanken, KLP og Landkreditt.
Øystein Olsen ger kortini greitt, at hóast ætlanin er at økja rentuna, kunnu nýggir smittuvariantar bremsa rentuvøkstrinum.
Ein avleiðing av rentulopinum kann verða, at prísvøksturin á norska bústaðarmarknaðinum steðgar, og hetta er sambært NRK eisini ein av orsøkunum til, at rentan nú veksur.