Norski Casper Ruud hevur nú møguleikan at verða fyrsti norðurlendski tennisleikarin síðan Thomas Johansson at gerast grand slam meistari, og vinnur hann komandi tveir dystirnar, verður hetta veruleiki.
Onnur vika av US Open er nú hálvliðin, og ein sannførandi Casper Ruud hevur spælt seg í hávlfinaluna, har hann fríggjadagin møtir russiska Karen Khachanov.
Á vegnum til hálvfinalurnar hevur Ruud koppað Edmund, van Rijthoven, Paul, Moutet og seinast italienska Berrettini, har Ruud var greitt omaná og vann dystin í trimum sannførandi settum.
Norra eigur grand slam meistara frammanundan
Hóast danska Caroline Wozniacki vann Australian Open í 2018, skulu vit heilt aftur til 2002 fyri at finna næsta norðurlendska grand slam meistaraheitið, og tað var tá Thomas Johansson vann Australian Open.
Umframt Johansson hevur Svøríki annars uppalt fleiri grand slam meistarar, teirra millum Stefan Edberg og Mats Wilander. Danmark hevur bert Caroline Wozniacki.
Tað er skilligt, um tú heldur, at Norra ikki hevur havt nakran grand slam meistara enn. Men so er ikki.
Tí frá 1915 til 1926 vann norska Anne Margrethe Bjurstedt Mallory, eisini kend sum Molla Bjurstedt, táverandi US Open ikki færri enn átta ferðir.
Tá hevði US æt US Open framvegis US National Championships, og tað skal eisini viðmerkjast, at Molla Bjurstedt gjørdist amerikanskur ríkisborgari um 1919.
Tung leið til meistaraheitið
Tað verður kortini ikki bara sum at siga tað hjá Ruud at vinna komandi tveir dystirnar. Í hálvfinaluni møtir hann Karen Khachanov, sum hevur sigrað á stórspælandi Pablo Carreno Busta og Nick Kyrgios.
Hóast favorittarnir Rafa Nadal og Daniil Medvedev báðir eru slidnir út úr kappingini, er hon síðan av kappingarskránni eisini á tremur við stórtalentum.
Í aðrari fjórðingsfinaluni har hittast Jannik Sinner og Carlos Alcaraz (hesin seinasti telist uttan iva millum favorittarnar av teimum, ið eru eftir), og í hinari bresta Frances Tiafoe og Andrey Rublev saman.
Skuldi tað hent seg, at Ruud og Alcaraz bresta saman í finaluni, verður úrslitið tað, at vinnarin av finaluni kann bæði kalla seg US Open meistara og taka fyrsta plássið á ATP styrkilistanum samstundis.
Casper Ruud spældi seg fyrr í ár í finaluna í French Open, men útlitini fyri sigri vóru tá ikki serliga góð. Hinumegin netið stóð eingin annar enn grúskongurin Rafa Nadal, sum eisini sannførandi vann í trimum settum og sum samstundis kundi seta French Open steyp nummar 13 á hillina við hús.