Norska innrásin heldur fram í Vágum

Nú fer 23 ára gamal norðmaður at røkja vongverjan í høgru

Jóannes Hansen
11. januar 2024 kl. 10:14

Aftur í morgun er søgan úr Vágum, at 07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við norskan spælara. Tvey tey seinastu árini hevur danski Mathias Voss verið fastur vongverji í høgru. Hann er ikki longur í Vágum. Nú verður tað 23 ára gamli norðmaðurin Kevin Egell-Johnsen, sum eftir ætlan fer at røkja tað plássið.

07 Vestur skrivar soleiðis:

Kevin Egell-Johnsen er 23 ára gamal. Hann leikar sum høgri vongbakkur. Hann er uppvaksin í Stathelle í Noregi, sum liggur næst Sandefjord.

í 2017, sum 17 ára gamal, kom hann til ODD. Hann spældi nógvar dystir á næstbesta liðnum hjá ODD, til hann í 2019 fekk sáttmála sum yrkisleikari.

Tá Kevin skrivaði undir yrkissáttmála við ODD, segði hann, at sjálvt um hann spælir sum høgri bakkur, dámar honum best at koma fram at skjóta innlegg.

Venjarin hjá ODD segði tá, at Kevin er ein spælari við góðum fysikki. Hann er sterkur, harður, hevur “drive” og er ferðmikil. Kevin verður lýstur sum ein vongbakkur við modernaðum spælistíli.

Í 2022 vóru Kevin og Gilli Rólantsson liðfelagar í ODD. Kevin hevur eisini verið liðfelagið hjá John Fredriksen í Arendal.

Kevin hevur spælt 10 dystir í bestu norsku deildini, 19 dystir í næstbestu norsku deildini og 88 dystir í triðbestu deildini.

Vit ynskja Kevin hjartaliga vælkomin í felagið, skrivar 07 Vestur.