Infektsjónsstjórin í FHI, Frode Forland, stjól nógvar yvirskriftir í gjár, tá hann segði, at dagliga smittutalið kann koma upp á 300.000 fólk um dagin um nakrar fáar vikur, men í dag sigur hann, at hetta talið ikki er realistiskt.
Heilt so galið fer tað ikki at verða, og so stór spjaðing av koronavirusinum skulu noregsmenn ikki bera ótta fyri, greiðir stjórin í FHI frá í dag.
Frode Forland sigur fyri norskum miðlum í dag, at útrokningin ikki hevði tikið hædd fyri tiltøkunum, sum nú eru sett í verk fyri at byrgja fyri smittuni.
Í gjár segði hann, at um verandi gongd heldur fram, so kann talið á nýggjum smittaðum um tríggjar vikur vera millum 90.000 og 300.000 um dagin og talið á nýggjum innleggingum kann fara at vera millum 50 og 200 um dagin, men hesum avsannar hann sjálvur í dag.
– Tað er ikki realistiskt í tann mun, sum áður hildið. Tað vísur, hvat kann henda, um ein læt eitt smittandi frábrigdi – sum omikron – spreiða seg í samfelagnum, um tiltøk ikki vórðu sett í verk, sigur stjórin í FHI, Frode Forland, í dag, sambært svenska Aftonbladet.
Í gjárkvøldið setti norska stjórnin tiltøk í verk fyri at basa vaksandi koronusmittuni í landinum. Hetta merkir millum annað, at øll tey, ið kunnu arbeiða heima, skulu arbeiða heima, og so verður einki alkohol skonkt á matstovum, á barrum og gistingarhúsum. Eisini skulu fólk bera munnbind á almennum støðum.
Avmarkingarnar eru galdandi til mitt í januar 2022.