Norska einkarsølan setti nýtt sølumet í 2021

Ongantíð áður hevur norska einkarsølan selt so nógv rúsdrekka sum í 2021

Sigurjón Einarsson
2. januar 2022 kl. 09:00

Korona sendi tystar norðmenn til einkarsølurnar (Vinmonopolet, red.), sum keyptu metnógv alkohol í 2021.

Tað upplýsir norska Vínmonopolið – sum eisini verður nevnt “Polet” millum manna – sum hevur einkarrætt at selja rúsdrekka í Noregi.  

Longu tann 22. desember í 2021 var sølan eins nógv sum árið fyri, tá sølan fór uppum 115,5 milliónir litrar av seldum rúsdrekka.

Endaligu sølutølini hjá norsku einkarsøluni fyri 2021 eru ikki almenn, men framrokning hjá norsku einkarsøluni sigur, at væntandi fer endaliga talið at liggja umkring 118,5 litrar av rúsdrekka við ársenda.  

Koronufarsóttin er orsøkin

Tað er neyvan óvæntað, at sølumetið hjá norsku einkarsøluni stavar frá koronukreppuni. Tí væntar samskiftisstjórin hjá norska vínmonopolinum, at metið fer at halda í fleiri ár.

– Hetta verður nokk eitt met, sum kemur at standa leingi, um so er, at vit fáa bilbukt við farsóttina, og samfelagið letur upp aftur, sigur samskiftisstjórin í norsku einkarsøluni, Jens Nordahl.

Koronafarsóttin hevur tvey tey seinastu árini avmarkað talið av støðum, har fólk kunnu keypa alkohol í Noregi. Hetta er eisini høvuðsorsøkin til, at tað nú – annað árið á rað – verður sett nýtt sølumet hjá norsku einkarsøluni.

Men samskiftisstjórin heldur ikki, at sølumetið merkir, at norðmenn drekka meira, enn teir plaga.

– Øll hagtøl peika á, at nýtslan hevur verið støðug seinastu tíðina – eisini í koronatíðini. Um tað er ein broyting í alkoholnýtsluni, so er tað minni enn vanligt vegna sosialu avmarkingarnar, metir Jens Nordahl.

/ritzau/NTB