Norska sjóverjufregattin møguligur brotsgerðarstaður

Tann norski herflotin hevur sent fólk við GoPro-myndatólum umborð á fregattina, Helge Ingstad, tí løgreglan hevur illgruna um, at okkurt revsivert var orsøk til vanlukkuna

Turið Justinussen
1. mars 2019 kl. 21:01

Tann norski herflotin hevur sent fólk við GoPro-myndatólum umborð á sjóverjufregattina, Helge Ingstad, tí løgreglan hevur illgruna um, at okkurt revsivert var orsøk til vanlukkuna. Tað skrivaði ing.dk í gjár

Tað undraði norskar myndugleikar og skaðanevnd, hvussu tað bar til, at ein nýmótans fregatt og eitt tangaskip tann 8. novembur í fjør kundu stoyta saman uttan fyri Sture oljuterminalin í skergarðinum nærindis Bergen. Eitt øki, ið verður væl eftiransað, bæði nátt og dag.

Les eisini: Norsk herskip rendi á tangaskip og sigldi á land

Løgreglan rannsakar tí nú fregattvanlukkuna til tess at staðfesta, um nakað revsivert er farið fram. Samstundis kannar norska skaðanevndin, Statens Havarikommisjon Transport (SHT), orsøkina til vanlukkuna. 

Løgreglan er ikki til staðar, men samstarvar gjølla við skaðanevndina. Deildarleiðari í skaðanevndini, Dag Sverre Liseth, sigur soleiðis: 

- Vit ynskja, eins og løgreglan, at einki skal broytast ella takast av fregattini. Tað er týdningarmikið, at viðurskifti og útgerð umborð eru í sama standi, sum tey vóru, tá vanlukkan hendi, og tey síðstu vórðu bjargaði í land. Vit samstarva við løgregluna um innsavnan av upplýsingum og próvtilfari.

Tað eru bert fá starvsfólk frá norska herflotanum, Sjøforsvaret, sum sleppa umborð á fregattina at savna saman upplýsingar og próvtilfar. Við sær umborð hava tey GoPro-myndatól, ið skulu skjalfesta, hvussu tað sær út umborð á fregattini, og aðra kanningarútgerð, sum síðani handast løgregluni og skaðanevndini til nærri kanningar. 

Uppgávan hjá teimum er eisini at opna hurðar og skott og seta pumpur inn fyri at tøma vatn úr fregattini. 

Les eisini: Sjóverjufregattin sást ikki á radaranum 

Møguligur brotsgerðarstaður
Løgreglan í vestara parti av Bergen kannar vanlukkuna og váttar samstundis, at fregattin verður mett at vera eitt møguligur brotsgerðarstaður fyri revsiverdar gerðir. Tí er tað týdningarmikið at alt próvtilfar verður tryggjað. 

Dag Sverri Liseth ger tó vart við, at SHT ikki rannsakar og kannar fregattina fyri at áleggja nøkrum ábyrgdina, men fyri at kunna forða, at slíkar vanlukkur endurtaka seg í framtíðini. 

SHT miðjar ímóti at veita eina fullkomna frágreiðing um vanlukkuna innan 12 mánaðir, men herflotin hevur tó longu boðað frá, at freistin uppá eitt ár kann verða torfør at halda, tí umframt tað, at arbeiðið er tíðarkrevjandi og umfatandi at, hevur fregattin ligið undir vatni síðani novembur í fjør.

Kortini sigur Dag Sverre Liseth, at málið enn er at halda freistina og skipsvrakið hevur ligið undir vatni síðani 8. novembur í fjør. 

Hava gjørt viðkomandi samrøður og bjargað upplýsingum 
STH hevur gjørt samrøður við øll, ið vóru umborð á fregattini, og øll, ið vóru innblandaði, har ímillum manning á tangaskipinum, Sola TS og starvsfólk á ferðslustøðini í Fedje VTS. 

- Tað kann verða neyðugt at gera fleiri samrøður, aftaná vit hava verið umborð á frigattini, sigur Dag Sverre Liseth. 

Mikudagin sendi STH eitt tíðindaskriv út um støðuna á kanningarbeiðinum. 

SHT hevur greinað ymiskar tekniskar upplýsingar og miðsavnar annars kanningararbeiðið um tað innanhýsis samskiftið millum bátsmanningina á brúnnið á KNM Helge Ingstad, bátsmanningina á brúnnið á tangaskipinum, Sola TS og við Fedje VTS. 

STH skrivar, at enn manglar ein partur av arbeiðinum, serliga frá tí løtu, samanbresturin hendi og til øll tey 137 fólkini umborð, vórðu bjargaði í land. Virðismiklar upplýsingar frá stýrisskipanini á fregattini eru endurskaptar. STH væntar, at kanning og kortlegging av farinum eftir bjargingina fer at veita teimum fleiri upplýsingar. 

- So skjótt, fregattin er tikin upp, byrja vit at kortleggja og meta um, hvussu umfatandi skaðarnir eru og meta um støðuna á fregattini.

Skaðanevndin hevur longu megnað at bjarga ymsum tólum og útgerð av fregattini, sum kann veita teimum týdningarmiklar upplýsingar. Skaðanevndin vónar somuleiðis, at meira afturat enn kann bjargast, hóast hetta er torført: 

- Tað er óvist, um tað fer at verða gjørligt at endurskapa upplýsingarnar eftir at fregattin hevur ligið so langa tíð í sjónum, ásannar Dag Sverre Liseth.