Norræna Húsið fær finnlending sum stjóra

Sabina Westerholm tekur yvir á nýggjárinum eftir danan Mikkel Harder Munck-Hansen

Ingi Samuelsen
2. oktober 2018 kl. 09:06

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur sett finnlendsku Sabinu Westerholm sum nýggjan stjóra fyri norðurlandahúsið í Reykjavík. Hon tekur við í januar mánaði.

Ein av málsetningunum hjá nýggja stjóranum er at menna tiltøkini fyri børn og ung, sum verða hildin í íslendska norðurlandahúsinum.

Sabina Westerholm kemur úr einum starvi sum leiðari fyri Stiftelsen Pro Artibus, sum arbeiðir við at stuðla myndlist í finlandssvenska økinum í tvímælta landinum, og í hesum starvinum hevur hon arbeitt nógv við norðurlendskum verkætlanum.

- Eg ynski at Norræna Húsið skal virka sum ein pallur fyri kjaki um aktuellar spurningar á norðurlendska økinum. At skapa verkætlanir tvørtur um listagreinar og menna eina fyrsta floks ætlan fyri børn og ung, sigur hon við tíðindatænastuna norden.org.

Sabina Westerholm tekur við eftirdanan Mikkel Harder Munck-Hansen, sum gevst eftir fýra ár í starvinum.


Sabina Westerholm (Mynd: norden.org)