Norra livir í vónini

Í kvøld vunnu norðmenn ímóti Niðurlondum

Jóannes Hansen
19. januar 2024 kl. 19:38

Hóskvøldið í síðstu viku vann Norra bólkaspælinum í EM kappingini í hondbólti 32 – 21 ímóti Póllandi. Tá varð roknað við, at Norra fór at vera millum favorittarnar í kappingini at røkka hálvfinaluni.

Síðani hevur tað ikki gingið væl hjá Norra. Síðsta leygarkvøld var tað vónbrot, tá ið tað ímóti Føroyum endaði 26 – 26, mánakvøldið tapti Norra 28 – 27 ímóti Slovenia, og mikukvøldið løgdu norðmenn rygg til 37 - 32 tap ímóti Portugal.

Men í kvøld eydnaðist tað loksins Norra aftur at vinna. Í miðumfarinum vann Norra 35 – 32 ímóti Niðurlondum, sum annars hava staðið seg væl. Hálvleiksstøðan var 18 – 16 til Niðurlond, sum eftir ikki serliga byrjan stóðu seg væl fram ímóti steðginum.

Eftir steðgin fótaðu norðmenn sær og vunnu. Dysturin var ikki serliga væl spældur, og talan var um nógv mistøk. Sunnukvøldið fer Norra at spæla ímóti Danmark. Norðmenn hava knívin á barkanum, og um teir yvirhøvur skulu hugsa um at vinna seg víðari í kappingini so er neyðugt at vinna ímóti Danmark, og týskvøldið at vinna ímóti Svøríki. Um tað verður nóg mikið at røkka í hálvfinaluna valdast, hvussu úrslitini hjá hinum liðunum vera.

Nú klokkan 19.30 var fyrsta bríksl millum Danmark og Svøríki.