Norra: Heilsumyndugleikarnir mæla ikki til at lata tey yngstu koppsetast fyri koronu

Norsku heilsumyndugleikarnir halda, at tey fimm til 11 ára gomlu børnini eru betur vard móti koronafrábrigdum, um tey verða smittað á náttúrligan hátt. Koppseting fyri børn í hesum aldursbólki verður tí heldur rættað til tey mest sárbæru

Sigurjón Einarsson
21. januar 2022 kl. 14:50

Tann 14. desember í fjør kom kunngerðin hjá landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at børn í aldrinum frá fimm til 11 ár kundu koppsetast fyri koronu, í gildi.

Fyrstu koronutíðina vóru tað bert fólk yvir 18 ár, sum kundu koppsetast. Síðan varð markið flutt niður til 12 ár, og í desember varð markið flutt niður til fimm ár, sum eisini føroysku heilsumyndugleikarnir mæltu til.

Men í mun til í Føroyum, so gongur Norra hin vegin, tí har mæla heilsumyndugleikarnir ikki til, at børn millum fimm og 11 ár verða koppsett fyri koronu. Tað er niðurstøðan í einari fakligari meting hjá norsku heilsumyndugleikunum, Folkehelseinstituttet.

Tað skrivar Politiken.

Í sínari meting grundgevur Folkehelseinstituttet fyri, at børn verða betur vard móti virusinum, um tey verða smittað við koronu náttúrliga, heldur enn at verða koppsett.

Í Norra er koppseting til børn eitt tilboð, men Folkehelseinstituttet mælir bert til koppseting, um barnið er kroniskt sjúkt ella tey avvarðandi eru í vandabólkinum.  

Eins og í Norra, so er tað eitt tilboð í Føroyum, at børn í aldrinum frá fimm til 11 ár kunnu verða koppsett fyri koronu.

Tað staðfesti varastjórin í Sjúkrahúsverkinum, Tummas í Garði, á tíðindafundinum í Kringvarpinum í morgun, tá løgmaður kunngjørdi, at koronuátøkini nú verða tikin av.