Noregsmenn lata 450 túsund skamtar

Norra hevur í hyggju at lata 450.000 skamtar av AstraZeneca-koppingarevninum til láginntøkulond gjøgnum COVAX-samarbeiðið

Sigurjón Einarsson
25. juni 2021 kl. 15:59

Norra fer í næstum at lata 450.000 skamtar av AstraZeneca til láginntøkulondini Nikaragua, Uganda og Haiti, ið júst nú uppliva triðju bylgju av koronafarsóttini, men mangla koppingarevni.

Bert fimm prosent av fólkinum í Nikaragua, Uganda og Haiti eru blivin koppsett. Tað skrivar norska kringvarpið, NRK.

Harumframt hava fransar, svenskarar og íslendarar eisini ætlanir at lata skamtar av koronukoppingarevni til COVAX-samarbeiðið í næstum, men enn er ikki alment, hvussu nógvar skamtar hesi londini ætla at lata.

Heimsheilsustovnurin, WHO, mælti í mai teimum ríku londunum til at lata koppingarevni til COVAX-samarbeiðið. COVAX er ein koppsetingarsamgonga, ið WHO hevur sett á stovn fyri at tryggja, at tey fátæku londini eisini kunnu fáa nóg mikið av koppingarevnum.