Norska løgreglan hevur skjalprógvað 151 tilfeldi av seksuellari misnýtslu - harímillum av børnum - í einum lítlum norskum býi við 2000 íbúgvum. Tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.
Misbrotini eru farin fram gjøgnum áratíggjur, frá 1950´unum til 2017, men eru nústani avdúkaði. Hvussu kann tílíkur álvarsligur seksuellur ágangur fara framvið í so langa tíð?
Ein kvinna, Nina Iversen, sigur, at hon er ein, ið altíð hevur talað at - og hevur ofta tosað um, hvat hendi við henni, tá hon vaks upp í Tysfjord. "Eg tosaði altíð um tað. Frá eg var 14 ára gomul, hugsaði eg: ´Eg fari at skriva eina bók um ágangin - eg fari at steðga áganginum´. Men sjálvandi, tað megnaði eg ikki".
Tá Nina var tannáringur, vendu ung fólk sær til hvønn annan og fortaldu um ágangin, men tey vaksnu lurtaðu ikki.
"Vit vórðu kallaði horur og lygnarar. Nógv okkara vórðu soleiðis viðfarin. Spýtt varð eftir okkum, um vit royndu at tosa um tað", minnist hon.
Tað vóru familjulimir hjá Iversen, ið misnýttu hana, so hon livdi í ævigum ótta í barndóminum.
Hon býr ikki í Tysfjord longur, men kennir seg enn ikki trygga, hóast hon er vorðin 49 ár.
Talan er um ein fjarskotnan bý, sum ein 900 metra djúpur fjørður býtir upp í tveir partar: Drag, á vestaru síðu og Kjopsvik, á eystaru síðu. Ferga siglur millum býarpartarnar.
Umleið helmingurin av íbúgvunum eru innføddir samar - eitt av fyrstu fólkasløgunum í Skandinavia, sum búðu í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Men samar taldu umleið tveir triðingar av teimum 83 offrunum, og 92 gerningsmenn vóru. Sambært løgregluni, hevði diskriminering og rasisma stóra ávirkan á, hvussu søga teirra varð løgd fram.
Í 2005 gjørdist Nina mamma. Hon var bangin um børnini, stóru hóttanina um seksuellan ágang. Hon vendi sær til barnaverndina. Hon greiddi teimum frá sínum egnu upplivingum. Hon greiddi eisini læknanum frá sínari søgu.
"Eg fortaldi tað fyri øllum", segði hon. "Men tú mátti hava røttu bakgrundina, fyri at nakar skuldi lurta eftir tær. Ein sum kemur frá einari fátækari familju, sum eg, vórðu ignoreraði".
Iversen var ikki eina um at boða myndugleikunum frá. Í 2007 skrivaði eitt desperat samiskt foreldrapar eitt bræv til forsætismálaráðharran, og bóðu um hjálp. Brævið fekk uppmerksemi frá miðlunum - fólk væntaðu, at onkur legði uppí.
Um tað mundið settu Anna Kuoljok, deknur, og maður hennara, sakførari, seg í samband við 20 familjur, sum høvdu børn, ið vórðu seksuelt misnýtt. Parið talaði at á almennum fundum, har bæði politikarar, heilsufólk, løgregla og aðrir myndugleikar vóru til staðar.
"Tey hildu ikki, tað kundi vera rætt, at at tað vóru so nógv tilfeldi - tað søgdu tey við okkum", minnist Anna. "Tey hildu, at vit lugu".
"Teimum hóvaði rætt og slætt ikki tílíkar søgur", segði Inger. "Tey vistu ikki, hvussu tey skuldu handfara tað".
Tor Asgeir Johansen, borgarstjóri í Tysfjord, minnist væl fundirnir, men hann hevur eina aðra frágreiðing um, hvat gekk galið.
"Tað eydnaðist teimum ikki, tí fólk vildu ikki greiða frá", segði hann, og vísti til offrini. "Fólkið er ikki løgreglan - vit kunnu ikki sneyta í heimunum hjá hesum fólkunum. Fólk mugu biðja um hjálp".
At boða frá seksuellum ágangi er trupult fyri flest offur, sama hvørjum mentanarligum umhvørvi, tey koma frá. Men í Tysfjord var alsamt størri mótvilji, tí í nógvum førum hevði samiska fólkið ikki álit á løgregluni og myndugleikunum.
Um sama mundið, royndi Nina Iversen at boða frá sínari søgu, men varð ikki hoyrd.
Etniskar uppbýtingar vóru forsterkaðar, bæði geografiskt og politiskt. Býarparturin Drag, har meirilutin av fólkunum vóru samar, var skildur frá tí meira norska býarpartinum Kjopsvik, har flestu myndugleikarnar hildu til.
Nærum eitt heilt áratíggju skuld ganga, áðrenn søgurnar um ágang slugu í gjøgnum i miðlunum. Hesi árini vóðu trupul og einslig fri Ninu Iversen. Hon var deprimerað skrivaði eina yrking um seksuellan ágang á Facebook, hon skrivaði ´TYSFJORD´ við stórum og óðum bókstavum.
Ein onnur lokal kvinna, sum hevði verið fyri sama ágangi, sum Iversen, sá yrkingina, og setti seg síðan í samband við hana. Hon greiddi henni frá, at hon longu tosaði við tveir fríyrkisjournalistar. Tá kom glið á. Nina setti seg í samband við onnur offur, hon visti um, eisini kvinnur í familjuni. 11. juni í 2016 gav ein norsk avís, Verdens Gang, út søguna um seksuella ágangin í Tysfjord, grundað á vitnisburðar frá 11 offrum - kvinnum og monnum.
Tá varð beinaveg reagerað. Tone Vangen, løgregluovasti í Nordland Distrikt, slappaði av heima tann leygardagin. Hon leyp upp, so skjótt, hon las greinina.
"Hetta var ógvuliga álvarsligt. Hetta mátti fáa hægstu raðfesting - høvuðsendamálið var at forða fyri, at ágangurin skuldi halda fram í Tysfjord. Mánadagin eftir stovnaðu vit deildina, ið skuldi standa fyri kanningararbeiðinum".
Vangen heitti á øll, ið høvdu verið fyri ágangi, sama hvussu langari tíð síðan, um at stíga fram.
"Vit greiddi teimum frá, at um so lógarásetingar vóru, sum forðaðu, at sakin kundi fara í rættin, taka vit tykkum í álvara og vit ynskja at fáa greiðu á hendan trupulleikan. Men vit sóu bara ikki, hvussu stórur hann var".
Meira kann lesast um sakina HER