Noreg skal hava nýggjan fiskimálaráðharra

Harald Tom Nesvik, veteranur í Fremskrittspartiet, verður útnevndur seinni í dag, skrivar Fiskeribladet

Ingi Samuelsen
13. august 2018 kl. 11:40

Norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, fer í dag at siga seg frá sum fiskimálaráðharri. Og ein annar veteranur í Fremskrittspartiet, Harald Tom Nesvik, tekur við.

Orsøkin til, at Per Sandberg, nú fer frá sum ráðharri er ógvusligt trýst, sum er lagt á hann eftir ein privatan túr í Iran fyrr í summar.

Víst varð á, at fleiri trygdarfyriskipanir vórðu settar til viks í sambandi við túrin. Eitt nú boðaði hann hvørki egnum ráðharraráði ella forsætisráðharraráðnum frá, at hann fór, og hartil hevði hann eisini egnu tænastutelefonina við sær, og hetta verður mett at vera stórt brot á norsku trygdina.

Tí Iran er ikki góðkent av norsku trygdarløgregluni, sum tí óttast fyri at viðkomandi tilfar, til dømis almennir teldupostar til norska fiskimálaráðharran, kann vera likið út til iranar umvegis telefonina hjá fiskimálaráðharranum.

Per Sandberg hevur eina unga unnustu av iranskum uppruna, og ferðin í juni var av privatum slag at vitja familjuna hjá henni.

Talan er um eitt stórt og umfatandi mál í Noregi, tí Per Sandberg er næstformaður í Fremskrittspartiet.

Avloysarin sum fiskimálaráðharri, Harald Tom Nesvik, er ein royndur politikari, sum byrjaði sum lokalpolitikari í Ålesund, har hann sat í býarstýrinum í 20 ár. Í 1997 varð hann valdur í Stórtingið.

NRK skrivar, at hann mest hevur fingist við heilsupolitisk evni, men tá Fremskrittspartiet kom í stjórn í 2013 gjørdist hann leiðari í tingbólkinum. Hann hevur eina útbúgving í marknaðarføring innan fiskivinnu og hevur skrivað eina lærubók um fiskiídnað.

Hann fór úr stórtinginum í fjør og vendi heim til Ålesund, har hann varð útnevndur til ’fylkesmann’ fyri Møre og Romsdal galdandi frá 1. januar 2019, men hann bar seg tó undan.

Kallað er inn til bráðfeingis ríkisráð á middegi í dag at viðgera kreppuna í fiskimálaráðnum.

Per Sandberg hevur fyrr greitt frá síni ferð í Iran. Sí samrøðu við NRK her