Tað er tilfeingisskatturin, ella grundrentan sum tað eitur í Noreg, sum norska stjórnin hevur avgjørt at seta á ali- og orkuframleiðsluvinnuna. Hetta kom fram á tíðindafundi mikumorgunin, hjá norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, og fíggjarmálaráðharranum, Trygve Slagsvold Vedum.
Sambært norska kringvarpinum, NRK, økir norska stjórnin, við hesum skattinum, skattainntøkurnar við 33 milliardum norskum krónum, sum er umleið 24 milliardir danskar krónur.
Alifyritøkurnar skulu við hesi broyting, gjalda ein skatt fyri atgongd til firðirnar, og orkuframleiðararnir skulu gjalda fyri at brúka náttúruna til millum annað vindmyllur og vatnorkuverk.
Rembingar á partabrævamarknaðinum
Fleiri alifyritøkur duttu langt tá keypskálin í Oslo lat upp mikumorgunin. Partabrøvini hjá fyritøkuni Mowi, sum eisini virkar í Føroyum, høvdu eitt fall á umleið 17 prosent á keypsskálanum í Oslo (kl. 14.30). Aðrar norskar alifyritøkur hava havt eitt fall sum líkist. Millum annað Lerøy Seafood, og Grieg Seafood.
Partabrøvini hjá Bakkafrost eru í dag fallin umleið 4 prosent, men hækkaðu meðan millum annað Mowi lækkaðu.
Alifyritøkurnar harðliga ímóti
NRK hevur verið í sambandi við fleiri alifyritøkur í Noreg, sum siga at hendan hækkingin á tilfeingisskattinum, er ein døpur sjón. Tey stúra fyri at hugurin at seta pening í nýggjar verkætlanir verður køvdur.
Serliga smærru alifyritøkurnar stúra fyri nýggja skattinum.
Millum annað verður ført fram, at smáu bygdirnar fara at líða undir at færri pengar liggja eftir.
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, er sannførdur um at hetta er tað rætta at gera.
- Vit mugu hava størri skattainntøkur fyri at kunna halda fram við okkara vælferðarsamfelagi, og serliga fyri at minka um munin millum rík og fátæk í landinum, sigur hann við NRK.
Hann leggur dent á at allir norðmenn skulu fáa ágóðan av náttúrutilfeinginum. Tey virðini sum koma frá náttúruni skulu deilast rættvísari, sigur hann.