Norðurmakedonia var akkurát ov stórur biti

Føroyar megnaðu akkurát ikki at vinna seg í HM endaspælið, sum verður eftir ársskiftið

Jóannes Hansen
12. mai 2024 kl. 19:46

Tað eydnaðist akkurát ikki føroyska mansliðnum í hondbólti at vinna seg í HM endaspælið, sum verður eftir ársskiftið.

Tað er greitt, eftir at Føroyar í kvøld taptu 34 - 26 í norðurmakedonska høvuðsstaðnum Skopje. Føroyar vunnu mikukvøldið 34 – 27 á heimavølli, og harvið hevur Norðurmakedonia við samantaldum sigri á eitt mál vunnið seg í HM endaspælið.

Áskoðararnir vóru sera eldhugaðir frá fyrsta bríksli og áðrenn tað, og á vøllinum var avrikið hjá Norðurmakedonia í aðrari útgávu, enn tað var í høllini á Hálsi mikukvøldið.

Heimaliðið legði seg beinanvegin á odda, og so við og við øktist leiðslan. Hálvleiksstøðan var 19 – 15, og sum seinni hálvleikur leið vunnu heimamenninir seg upp á níggjumála leiðslu, men so táttaðu føroyingarnir í aftur, og átta minuttir undan leikloki var støðan 31 – 23.

Í seinna hálvleiki mansvardi heimaliðið Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum aftur í kvøld var mest eyðsýndi føroyski álopsspælarin, og tað hevði við sær, at álopsspælið ikki var soleiðis í seinna hálvleiki, sum tað so ofta hevur verið.

Sjey minuttir undan leikloki var Peter Krog vístur av vølli í tveir minuttir. Hetta var fyrsta føroyska útvísingin. Í júst hesi støðuni bjargaði Pauli Jacobsen í føroyska málinum. Í næsta álopi var Óli Mittún púra leysur og hevði møguleika at minka um munin til sjey mál. Tíverri sendi hann bóltin við síðuna av málinum.

Tað eydnaðist ikki Norðurmakedonia at fáa nyttu úr, at teir vóru seks ímóti fimm, og so var støðan framvegis 31 – 23, tá ið tað vóru fimm minuttir eftir at spæla.

At tað var so marginalt, og at tað ikki eydnaðist heimaliðnum at leggja størri frástøðu til Føroyar bar við sær, at heimamenninir kendu seg tyngdar av støðuni.

Síðsta korterið sá tað út til, at turkisku dómararnir avgjørt ikki vóru við okkara monnum. Tað tóktist sum um, at teir vóru ávirkaðir av áskoðarunum.

Tíggjar minuttir undan leikloki var 31 – 24, og so var aftur samantalt javnt. Tveir minuttir og níggju sekund undan leikloki tóku Føroyar leikbrá. Tá var støðan 32 – 24. So fóru Føroyar í álop, og tá ið Hákun West av Teigum royndi seg úr spískum, fór bólturin skeivu megin handara stólpan. 30 sekund undan leikloki tók Norðurmakedonia leikbrá. Tá var støðan 34 – 25, og so endaði tað 34 – 26. Harvið vóru Føroyar eitt mál ov stuttar at vinna seg í HM endaspælið. Á heimavølli vunnu Føroyar við sjey málum, og í Skopje taptu Føroyar við átta málum.

Næsta málið hjá evnaríku føroysku spælarunum, sum í kvøld sjálvandi hanga við nevninum í Skopje, verður næsta málið at vinna seg í EM endaspælið, sum verður í november og desember 2025.

At Føroyar ikki er hvat sum helst í manshondb

ólti sæst í høllini í Skopje, har tað er øgiligur rómur, nú HM luttøkan er tryggjað Norðurmakedonia.

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Leivur Mortensen 4, Hákun West av Teigum 3, Teis Horn Rasmussen 3, Vilhelm Poulsen 2, Óli Mittún 2, Pætur Mikkjalsson 1, Kjartan Johansen 1, Tróndur Mikkelsen 1, Pauli Mittún 1

Helgi H. Hoydal, Peter Krogh, Janus Dam Djurhuus, Rói Ellefsen á Skipagøtu

Málverjar: Pauli Jacobsen 7/29 24,14 % og Nicholas Satchwell 3/13 23,08 %

 Á beinkinum: Peter Bredsdorff-Larsen, Julian Johansen, Tom Jensen og Jóngerð Martinsdóttir Nielsen