Gongst sum ætla hjá fótbóltsambondunum í norðurlondum, so verða norðurlond vertir fyri komandi EM fyri kvinnur.
Sambært Fótbóltssamband Føroya, so er tað við stuðli úr bæði Føroyum og Íslandi, at Finland, Svøríki, Norra og Danmark bjóðað seg fram sum vertir fyri EM endaspælinum fyri kvinnur í 2025.
Tey fýra norðurlondini hava latið UEFA sítt boð til at hýsa EM endaspælinum í 2025 undir heitinum “Nordics 2025”. Í uppskotinum verður lagt upp til, at dystirnir í endaspælinum skulu spælast í átta stórbýum í teimum fýra londunum: Helsinki og Tamperre í Finlandi, Stockholm og Gøteborg í Svøríki, Oslo og Bergen í Norra og Keypmannahavn og Odense í Danmark.
Gongst sum ætlað verða fleiri enn 800.000 atgongumerki sett til sølu, og verða norðurlond kosin sum vertir, so skal EM finalan 2025 spælast á Friends Arena í svenska høvuðsstaðnum, har pláss er fyri áleið 50.000 áskoðarum.
Umframt norðurlond hava eisini Frakland, Pólland og Sveis bjóðað seg fram at hýsa endaspælinum. Starvsnevndin hjá UEFA tekur støðu til umsóknirnar og fer at kunngera vinnandi boðið 25. januar 2023.
Kelda: Fótbóltssamband Føroya