Norðurlendsk kanning: Lýsingarinntøkurnar hjá miðlum nógv tódnaðar

Nýggj norðurlendsk kanning vísir, at lýsingarinntøkurnar hjá privatu miðlunum er farin nógv niður í koronutíðini, men at fólk eru meira sinnað at gjalda fyri tíðindi á netinum

Steinar Patursson
15. apríl 2021 kl. 13:42

Lýsingarinntøkurnar hjá privatu miðlunum í Norðurlondum er nógv minkaðar í koronutíðini, men samstundis er áhugin og viljin til at gjalda fyri miðlatilfar voksin.

Tað eru nakrar av niðurstøðunum í nýggjari kanning, ið Nordicom hevur latið úr hondum.

Nordicon er granskingardepil á Gøteborg Universitet, ið granskar í miðlum.

Niðurgongdin í norðurlendsku búskapunum, tá koronufarsóttin fór at gera um seg á vári í 2020, rakti eisini privatu miðlarnar hart, og hetta sæst aftur í áhuganum hjá lýsarum at lýsa í vanligu privatu tíðindamiðlunum.

Sambært kanningini er minkingin í lýsingarpeningi í miðal 25 prosent í Svøríki, Danmark, Norra og Finlandi. Føroyar eru kortini ikki partur av hesum yvirlitinum, og orsøkin er, at tey hagtølini eru einfalt ikki fyri Føroyar, sigur Heini í Skorini frá Fróðskaparsetrinum, ið hevur verið partur av granskingararbeiðinum hjá Nordicom.

- Munurin á Føroyum og hinum londunum er, at aðrastaðni hava tey gott data og hagtøl fyri alt. Kvartalsuppgerðir verða allatíð gjørdar fyri alt, men tað hava vit ikki í Føroyum. Okkara kapittul byggir á samrøður við blaðstjórar á teimum fýra stóru privatu miðlunum, har vit spyrja, hvussu tað hevur gingið.

Kanningin vísir, at hóast lýsingarpeningurin til privatu miðlarnar er minkaður, hevur koronutíðin havt við sær størri tíðindatørv hjá borgarunum, og av somu orsøk eru eisini fleiri, ið eru til reiðar at gjalda fyri tíðindaflutningin, serliga á netpallunum. Yvirhøvur viga inntøkurnar frá vaksandi lesaraskarðanum kortini ikki upp  móti apinum av lýsingainntøkunum

- Lýsingarinntøkurnar eru minkaðar markant. Fyri flestu miðlarnar hevur korona havt við sær eitt tap. Tað hevur verið ein økonomisk avbjóðing fyri flestu miðlarnar. Men samstundis hava vit sæð øktan áhuga í miðlum, og viljin at gjalda fyri nettíðindi er øktur.

Hjá føroysku miðlunum hevur koronustøðan havt blandaðar avleiðingar, sigur Heini í Skorini, sum kortini leggur aftrat, at føroyski parturin av kanningini byggir á samrøður við stjórarnar í teimum “stóru” privatu miðlunum – og ikki á hagtøl.

- Portalurin og Dimmalætting siga, at 2020 var ikki eitt so vánaligt ár. Tað var eitt ár, har hesir miðlarnir á summum økjum upplivdu ein vøkstur. Miðlahúsið varð hinvegin nokk so hart rakt og mátt sleppa nøkrum avísútgávum.

- Hjá Norðlýsinum var ein lítil minking, men Norðlýsið misti eisini inntøkur frá teimum tiltøkunum, sum vórðu avlýst, sigur Heini í Skorini og vísir á at Norðlýsið fær ein part av inntøkum sínum frá tiltøkum, ið blaðið er við til at skipa fyri.

Kanningin ger eisini greitt, at tað, at koronutíðin hevur havt við sær eina minking í lýsingarpengum til privatu tíðindamiðlarnar, hevur sett enn meira ferð á rákið seinastu árini, har lýsarar flyta seg frá vanligu lýsarakanalunum yvir til stóru tøknifyritøkurnar í Silicon Valley, so sum Google og Facebook.

Um spurningin hvørt hetta boðar frá broytingartíðum fyri framman í miðlavinnuni, sigur Heini í Skorini, at tað er torført at spáa um, men hann væntar, at tað fer í øllum førum at koma meira eftirlit við tað valdið, ið stóru tøknirisarnir hava.

- Tað kjakið hevur verið leingi, men nú eru politikararnir farnir upp á barrikadurnar og siga, at nú mugu vit bjarga nationalu miðlunum.

Tað kjakið er nú eisini í einum breiðari samanhangi, metir Heini í Skorini og vísir á, at í nógvum førum verður eisini tosað um at bjarga demokratinum, tí at avleiðingarnar av ógvisligu algorytmunum hjá tøknirisunum føra til ekkorúm og polariseraðar fjøldir.

Ein onnur avleiðing av koronutíðini verður møguliga, at fólk fara í størri mun at gjalda fyri tíðindi frameftir.

- Ein onnur avleiðing verður kanska tann, at villigheitin at gjalda fyri miðlar á netinum fer upp. Tað er í øllum førum tann tendensurin, ið norðurlendskir granskarar siga seg eygleiða. So veit eg ikki, um tað fer at bíta seg fast og vera meira permanent, ella um hetta var nakað, ið var avmarkað til koronutíðina, tá alt var stongt, og fólk vóru heima, sigur Heini í Skorini.