Í Føroyum var gamalt var at siga, at ’Ull er Føroya gull’. Norðurbryggjan var frá 1700 talinum bæði goymsluhús og karmur um uppboðssølu av fjálgum ullintum føroyskum pløggum, sum danir og onnur fólkasløg í øldir innfluttu úr Føroyum.
Føroyska bindisniðið og føroyska bindimentanin hava seinastu árini ment seg av nýggjum. Tað er ikki smávegis av nýggjum bindiháttum, sniði og tilfari, sum eru sprottin úr gomlum bindisiði. Við virðing fyri siðvenju innan binding og við góðskuni í hásæti, er eitt stórt nýskapandi virksemi, sum vekir ans og bæði verður selt í Føroyum og flutt út í heim.
Í Íslandi hevur binding eisini stóran týdning, og tað verður somuleiðis kunnað um hetta á bindifestivalinum. Eisini verður høvi at hoyra um sjáldsama og dygdargóða grønlendska tógvið úr moskusull. Á festivalinum verður bjóðað eitt stórt úrval av bindtilfari, uppskriftum og øðrum, sum er til sølu í ymisku bindibúðunum.
Á skránni er m.a.
Sirri (FO), Svanhild Strøm og Marjun Biskupstø (FO), Einrúm (IS), Móakot (IS), Ljómalind (IS), Qiviut (GL), Fru Zippe (DK), Bara Health (IS), Astrid Skibsted (DK), Anna Kristín Helgadóttir (IS), Der var engang (DK), Hespa plantulitað tógv (IS).
Fríggjadagur 8. septembur, kl. 18-21
Vælkomin v/Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðurbryggjuni.
Setanarrøða v/Huldu Hákonardóttur, marknaðarstjóra hjá Ístex.
Mótasýning, live jazztónleikur, bindicafé og mangt annað.
Sølubúðirnar hava opið.
Leygardagur 9. Septembur, kl. 10-17
Sølubúðirnar hava opið allan dagin.
Café við frokostrættum og onkrum leskiligum omaná hevur opið allan dagin.
Framløgur
10.15: Signhild Strøm og Marjun Biskupstø: Føroysk bindisøga, føroysk bindingarmynstur, mentanararvurin eftir Skraddar Debes, o.s.fr.
11.15: Ljómalind: ”Frá ull til gull – vinarband í túsund ár”
12.00: Qiviut: Moskustógv úr Grønlandi.
13.15: Bara Health: ”Better sitting while knitting”. Fyrilestur um, hvussu tú fært størri gleði og vælveru í kroppin, táið tú situr og bindur.
14.00: Einrúm Tógv: Klassisk snið úr góðskutógvi úr íslendskari ull og Mulberry Thai silki.
15.00: Móakot: Siðvenja møtir nýhugsan. Vøkur snið og útgerð.
16.00: Astrid Skibsted: ”A colour map of Icelandic Wool”. Íblástur til at seta litir saman og økja um dirvi til at spæla við litir.