Klokkan 12.30 í dag byrjar tiltakið Coexistence with Nature á veðurlagsráðstevnuni COP27, sum í ár verður hildin í Sharm el-Sheikh.
Tað eru Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, sum saman við øðrum skipa fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna.
Hetta kann millum annað gerast við at brúka tey amboð, sum náttúran longu hevur, til at minka um veðurlagsbroytingarnar og varðveita lívmargfeldið – við øðrum orðum: Við at brúka náttúruloysnir.
Norðurlendska ráðharraráðið hevur fíggjað fleiri verkætlanir innan náttúruloysnir í Norðurlondum, og á tiltakinum verða millum annað nýggjastu granskingarúrslitini løgd fram.
Tiltakið, ið kann stroymast her, byrjar klokkan 12.30.