Í dag verður Norðurlendsk Special Olympisk fimleikakapping í Badmintonhøllini í Havn.
Tað eru Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið, sum skipa fyri kappingini.
Luttakarar í kappingini koma úr Íslandi, Danmark, Noregi og Føroyum.
Framførslurnar byrja klokkan 09, tá flokking av íðkarunum er á skránni.
Klokkan 11.45 verður setanarhald, og sjálv kappingin verður frá klokkan 12 til umleið klokkan 15.
Endamálið við kappingini er, at geva føroysku fimleikarunum, Loppunum, møguleika at kappast á heimagólvi; at menna samstarvið ímillum fimleikaumhvørvini í norðurlondum, og at vísa á møguleikan hjá fólki við menningartarni at gera fimleik.
Øll eru vælkomin at hyggja eftir kappingini, og tað er ókeypis atgongd.
Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið