Norðurlendsk børn í sýriskum fangalegum

Heini í Skorini ber fram nakrar tankar, áðrenn filmurin fer á skíggjan í Norðurlandahúsinum 16. januar klokkan trý seinnapartin

Tíðindaskriv
10. januar 2022 kl. 18:26

Í virðislønta heimildarfilminum Children of the Enemy stríðist ein abbi fyri at bjarga foreldraleysu abbabørnum sínum úr einari sýriskari fangalegu og flyta tey heim til Svøríkis. 

Hvat hevði tú gjørt, um tíni ommu- ella abbabørn sótu einsamøll í einari fangalegu í Sýria? Patriciao Galvez er staddur í einari næstan óhugsandi marru. Ikki bert hevur hann mist dóttur sína, sum lat seg radikalisera og fór við manni sínum - ið var IS-yvirgangsfólk - til Sýria, har tey bæði vóru dripin. Sjey abbabørn hansara í aldrinum eitt til átta ár sita nú einsamøll eftir í einari fangalegu í krígsherjaða landinum. Málið hjá Patricio er eittans: At fáa tey út.

16. januar klokkan trý verður heimildarfilmin "Children of the Enemy” sýndur í Norðurlandahúsinum.

Heini í Skorini innleiðir filmin, lýsir umráðandi spurningarnar gjølla, og frá fleiri liðum lítir hann á etisku hugleiðingarnar í kjakinum um Sýriubørnini, sum hevur fylt sera nógv í Norðurlondum seinastu árini.

Gorki Glaser-Müller hevur leikstjórnað filmin, og undirteksturin er á enskum.

HER kanst tú síggja ein brellbita úr filminum.