Vit seta sjóneykuna á norðurlendskt samstarv, sæð frá einum ungum sjónarhorni.
Ung í Norðurlondum
Norðurlandadagurin í ár setur sjóneykuna á norðurlendskt samstarv, sætt frá einum ungum sjónarhorni. Norðurlandahúsið verður karmur um eitt spennandi og áhugavert ungdómstiltak við framløgum, tónleiki og kjaki, har tað at vera ungur í norðurlondum er á breddanum.
Norðurlandahúsið, NORA, Norrøna Felagið í Føroyum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið bjóða til ein seinnapart, har trivnaður í økinum, og serliga í útjaðaranum, er í fokus. Tilmælini, sum vórðu samtykt á Ungdommens Nordiske Råd í Oslo á heysti í 2023, leggja støði undir dagsins evnum.
Ung úr Føroyum, Íslandi og Danmark leggja fram um norðurlendskar samstarvsmøguleikar og skipanir, sum styrkja økið, og aftaná verður panelkjak.
Eitt tónleikainnslag verður við næmingum sum ganga tónleikabreytini á NámX. Tey eru ein spírandi talentfullur ungdómur og hetta kann heilt víst vissa okkum um, at framtíðin hja tónleikalívinum er bjørt.
Vit borðreiða við brellbitum, kaffi og køku.
Skrá
Kl. 14.00 Vælkomin Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri
Kl. 14.10 Framløga: Tilmæli frá Ungdommens Nordiske Råd í Oslo
Gunnvá Winther, forkvinna í Framsøkin Ung
Kl. 14.25 Framløga: Royndir frá Norðuratlantiska studentaflokkinum
Svava Þóra Árnadóttir, fyrrverandi næmingur úr Íslandi
Kl. 14.40 Framløga: Nordjobb, ein starvsmøguleiki hjá ungum í norðurlondum
Jonas Okkels Sørensen, nordjobbari úr Danmark
Kl. 14.50 Tónleikainnslag: Næmingar á tónleikabreytini á Nám X framføra.
Kl. 15.00 Steðgur og lætt ábit
Kl. 15.15 Panel: Kjak millum ungar og eldri nordistar. Hvussu kunnu norðurlond blíva tað mest kappingarføra og integreraða økið, sætt frá einum ungum sjónarhorni.
Panelluttakarar:
Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri
Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
Jógvan Jón Henriksen, luttakari í Nordregio verkætlan
Gunnvá Winther, forkvinna í Framsøkin Ung
Eyðdis Hartmann Niclasen, limur í Útnorðurráðnum
Orðstyrari: John Johannesen, miðlafólk
Kl. 16.20 Samanumtøka og takk fyri í dag
Norðurlandadagurin 2024
Tíð: Leygardagin, 23. mars 2024, kl. 14:00-16:30
Stað: Norðurlandahúsið, Klingran
Tiltakið er ókeypis