Fyri fyrstu ferð hevur Norðurkorea váttað, at landið hevur Travis King – ein amerikanskan hermann – í varðveitslu.
Tað upplýsir ST, sum ikki vil fara niður í fleiri smálutir um Norðurkoreansku fráboðanina, tí “man ikki ynskir at ávirka strembanina fyri at fáa hann heim”, skrivar BBC.
23 ára gamli hermaðurin krússaði markið millum Suðurkorea og Norðurkorea tann 18. Juli, í einum túri við einum ferðalagi.
Sambært amerikanska verjumálaráðharranum, Lloyd Austin, krússaði Travis King markið til Norðurkorea frá Suðurkorea uttan loyvi og “uttan at stórsvegis hugsa seg um og av egnum fríum vilja”.
Stutt áðrenn hann krússaði markið, hevði hann sitið fongslaður í tveir mánaðar í Suðurkorea, tí hann var ákærdur fyri harðskap. Tað var sambært BBC meiningin, at hann skuldi flúgva aftur til USA tí hann skuldi fyri rættin.