Norðurkorea sent ballistiska rakett í japanskan sjógv

Suðurkoreanski herurin boðar frá, at Norðurkorea hevur framt rakettroyndir við rakettum. Talan er um langtrøkkandi ballistiskar rakettir, og hildið verður hesaferð, at skotið varð úr kavbáti. Rakettin endaði í sjónum uttan fyri Japan.

Steinar Patursson
19. oktober 2021 kl. 10:48

Norðurkorea hevur skotið eina rakett í japanskan sjógv, og hildið verður, at rakettin varð skotin frá einum kavbáti.

Tað sigur suðurkoreanski herurin sambært fleiri altjóða miðlum, teirra millum BBC.

Norðurkorea hevur seinastu árini gjørt hópin av royndarsendingum við rakettum, og seinastu vikurnar er talið á rakettroyndum vaksið enn meira.

Nýggjasta rakettin varð almannakunngjørd í Pyongyang í januar mánaði, og norðurkoreanska stjórnin kallaði tá rakettina fyri "heimsins kraftmiklasta vápn". Talan er um sokallaða ballistiska rakett, sum ferðast í langan boga upp í loft, áðrenn atdráttarmegin dregur rakkettina niður aftur, har hon skal raka.

Hetta er fyrstu ferð í tvey ár, at Norðurkorea hevur sent ballistiska rakett úr kavbáti. Munurin á ballistiskum rakettum og krússararakettum er, at meðan krússararakettir nýta rakettbrennievni til framdrátt og ferðast lágt eftir beinari linju, verður ein ballistisk rakettin skotin ytst í atmosferuna, har brennievnið verður uppi, og atdráttarmegin fær rakettina niður aftur á málið.

Sambært ST eru ballistiskar rakettir vandamiklari enn krússararakettir, tí ballistiskar rakettir ferðast longri, skjótari og kunnu hava størri spreingiløðing.

ST loyvir ikki Norðurkorea at gera rakettroyndir við ballistiskum rakettum ella kjarnorkuvápnum.

Suðurkoreanskir miðlar siga sambært BBC, at norðurkoreanska rakettin fleyg 450 kilometrar og var 60 kilometrar uppi í lofti, tá hon var hægst.