Norðuratlantiski studentaflokkurin, sum byrjaði í august 2021, fekk í farnu viku handað prógv í ítróttarhøllini í Sisimiut.
Hetta skrivar Miðnám á Kambsdali.
Eftir handanina gingu studentarnir oman til springvatnið í býnum, áðrenn myndatøka var við tjørnina við vakra Nasaasaaqfjallinum í baksýninum.
Ein av studentunum var Bjarta Pauladóttir av Skála. Tveir aðrir studentar við føroyskum foreldrum hava eisini gingið í flokkinum. Tey eru Petina Sólheyg úr Paamiut og William Finnsson Sandholdt úr Valby.
Hetta er triði árgangur av norðuratlantiskum studentum. Studentarnir ganga fyrsta árið á Gribskov gymnasium í Helsinge, annað árið á Miðnámi á Kambsdali og Versló í Reykjavík og triðja árið á GUX í Sisimiut.
Enn er lestrarpláss tøk til komandi 1. flokk, sum byrjar í Helsinge í august.