Norðoyingar og fuglfirðingar í steypafinaluni í flogbólti

Menninir úr ÍF og Mjølni vunnu greitt í hálvfinalunum

Dan Lamhauge
14. februar 2021 kl. 02:51

Báðar hálvfinalurnar í flogbólti hjá monnum vórðu leiktar leygardagin. Í fyrru finaluni møtti ÍF SÍ. Fuglfirðingar lótu ongan iva vera um, at teir skulu til Havnar at leika steypafinalu seinni í mánaðinum. ÍF vann ein púra greiðan 3-0 sigur og eru tí annað liðið í finaluni 27.februar. Settúrslitini vóru 25-12, 25-21 og 25-16.

Í seinnu hálvfinaluni møttust Mjølnir og Fleyr. Í tí førinum var eisini greiður munur á liðunum. Mjølnir legði bragdligari fyri og vann fyrstu tvey settini sera sannførandi 25-14 og 25-16. Í triðja settið koppaði alt á høvdið, og Fleyr vann settið 25-23. Hesa løtuna var lagt upp til, at fimm sett skuldu til fyri at avgera dystin.

Men, tann spenningurin vardi ikki longi, tí at í fjórða setti settu norðoyingar tingini upp á pláss og vunnu 25-18.

Tí er greitt, at finalan hin 27.februar verður leikt millum ÍF og Mjølnir.