Vakleiðarin á politistøðini boðar í kvøld frá, at ein lastbilur frá Tavuni í Leirvík hevur mist størri mongdir av sild úr lastini á vegnum frá Tavuni og eitt fitt strekki inn í tunnilin.
Tístatt er Leirvíkstunnilin stongdur nú og í øllum førum ein tíma fram, ímeðan ruddað verður. Boðað verður frá, tá ið tunnilin opnar aftur.