Eftir at KÍ í Fuglafirði vann 12. sigurin á rað og harvið framvegis hevur fulla úrtøku, er spurningurin, hvørji sannlíkindini eru fyri, at KÍ fer at missa stig ella rættari, nær tað verður.
Næsti dystur hjá suverena toppliðnum, sum í 7-1 sigrinum í Fuglafirði saknaði fleiri, sum annars hava verið nógv millum teir fyrstu ellivu – eitt nú vongverjarnar Jóannes K. Danielsen og Patrick da Silva og Odmar Færø, sum tó varð skiftur inn í seinna hálvleiki – verður á norðoyastevnu.
Tað plagdi at vera tikið til, at KÍ og norðoyastevnan vóru einki serlig greipa. Hesaferð verður norðoyastevnudysturin ímóti AB, sum avrikaði væl í Gundadali, har tað tó endaði við 2-1 tapi ímóti B36. AB fer leygardagin til Klaksvíkar. Enn er ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari á Argjum. Morten Overgaard er fyribilsvenjari, og hann hevur orsøk at vera nøgdur við avrikið hjá hansara monnum í Gundadali, hóast hann og AB spælararnir sjálvandi eru vónsviknir um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig.
ÍF avrikið í 7-1 heimatapinum líktist ikki tí, sum fuglfirðingar vístu, tá ið teir vóru í Klaksvík og at enda taptu 1-0.
ÍF er uppflytari, og hin uppflytarin, TB, var í Sørvági, har tað endaði við 2-0 tapi. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú er á fimta plássi. Merkisvert er tað, at TB nú spælir fimm dystir á rað á útivølli.
Tepri 2-1 B36 sigurin ímóti AB og trivaligi 6-1 HB sigurin ímóti EB/Streymi – báðir í Gundadali – bera við sær, at feløgini í Gundadali mest sum eru stavn um stavn í kappingini um plássið aftanfyri suverena toppliðið í Klaksvík.
EB/Streymur fær sunnudagin vitjan av TB, og tá verður talan um lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan niðurflytingarplássi.
B68 megnaði fyri aðru ferð í ár javnleik ímóti Víkingi. Hesaferð var tað í Sarpugerði.
ÍF – KÍ 1-7 (0-4)
0-1: Páll A. Klettskarð 8.
0-2: Deni Pavlovic 11.
0-3: Árni Frederiksberg 28.
0-4: Páll A. Klettskarð br 44.
1-4: Dánjal á Lakjuni 50.
1-5: Luc Kassi 56.
1-6: Jákup N. Vilhelmsen 75.
1-7: Páll A. Klettskarð 81.
Víkingur – B68 1-1 (1-1)
0-1: Hanus Højgaard 11.
1-1: Martin Klein Joensen 25.
07 Vestur – TB 2-0 (0-0)
1-0: Magnus Holm Jacobsen br 56.
2-0: Oddur í Haraldstovu Petersen 90.
HB – EB/Streymur 6-1 (4-0)
1-0: Áki D. Samuelsen 11.
2-0: Adrian Justinussen 13.
3-0: Jákup L. Thomsen 15.
4-0: Adrian Justinussen 34.
5-0: Dan í Soylu 57.
5-1: Niels Pauli Danielsen br 64.
6-1: Adrian Justinussen 86.
B36 – AB 2-1 (1-1)
1-0: Aron Knudsen 4.
1-1: Teitur Olsen 19.
2-1: Valerijs Sabala 71.
KÍ | 12 | 12 | 0 | 0 | 37 | 6 | 36 |
HB | 12 | 9 | 2 | 1 | 33 | 6 | 29 |
B36 | 12 | 9 | 0 | 3 | 27 | 12 | 27 |
Víkingur | 12 | 6 | 3 | 3 | 25 | 13 | 21 |
07 Vestur | 11 | 4 | 1 | 6 | 17 | 18 | 13 |
B68 | 11 | 2 | 5 | 4 | 11 | 19 | 11 |
EB/Streymur | 11 | 3 | 1 | 7 | 8 | 23 | 10 |
ÍF | 11 | 3 | 0 | 8 | 11 | 24 | 9 |
TB | 11 | 1 | 3 | 7 | 5 | 29 | 6 |
AB | 11 | 0 | 1 | 10 | 2 | 26 | 1 |
Leygardagin 3. juni
KÍ – AB: Jákup Øssursson Mohr
Sunnudagin 4. juni
EB/Streymur – TB: Petur Reinert kl. 15.00
ÍF – 07 Vestur: Rani A. Skaalum
B68 – HB: Eiler Rasmussen kl. 16.00
B36 – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00