Norðmenn forvinna pening av olju og gassi sum ongantíð áður

Virðið á norskum útflutningi hevur sjáldan verið hægri, enn tað var fyri í august. Nú í september verður roknað við nýggjum meti. Høvuðsorsøkin er høgi olju- og gassprísurin

Sigurjón Einarsson
29. september 2021 kl. 09:21

Norska kringvarpið, NRK, skrivar, at virðið á norskum útflutningi væntandi fer at seta met fyri september. Høvuðsorsøkin er høgi olju- og gassprísurin.

Marknaðarprísurin á olju er tann hægsti, hann hevur verið í trý ár. Prísurin liggur um 80 dollarar fyri tunnuna fyri Norðsjóvaroljuna. Miðalprísurin fyri olju hevur seinastu 50 árini ligið á umleið 60 dollarar fyri tunnuna.

Prísurin á gassi er fýra ferðir hægri enn miðalprísin, og prísurin á gassi er næstan dupult so nógv sum hjá oljuni í løtuni. Norðmenn framleiða umleið líka stórar nøgdir av hesum báðum – ella umleið tvær milliónir tunnur um dagin.

Meginparturin av inntøkunum fara í statskassan ella í norska oljugrunnin.

Bjarne Scieldrop, ið er greinari fyri rávøruprísir í Scandinavian Enskilda Bank (SEB), sigur við norska NRK, at prísurin er sera høgur í løtuni, og hann væntar eisini, at pengarnar fara framhaldandi at fossa inn í norska oljugrunnin í nærmastu framtíð.

Úrtøkan var eisini góð í fjør. Tá kundi norski oljugrunnurin vísa á ein vøkstur á 10,9 prosent hóast koronukreppuna.

Norski oljugrunnurin kundi sostatt síggja sína uppsparing vaksa við heili 1.070 milliardir norskum krónum í fjør – ella umleið 786 milliardir krónum í okkara peningi.

Tað verður mett, at tað eru 11.000 milliardir norskar krónur í norska oljugrunninum – svarandi til 8.100 milliardir krónur í okkara peningi