Tað gekk skjótt og væl at avgreiða kappróðurin á Havnarvág í dag. Líkindini vóru góð at rógva, og veðrið var milt, hóast tað í løtum kendist eitt sindur úr honum.
Í fleiri kappingum var tað greitt undan ólavsøkuni, hvør var FM vinnari.
Í dag vunnu allir meistararnir uttan tveir.
Annar var í barnaróðrinum hjá gentum. Títlingur hjá Havnar Róðarfelag vann í dag, og Skansin vann FM.
Hin kappingin, har tað var annar vinnari á ólavsøku enn føroyameistarin, var í kappingini millum 10-mannaførini. Klaksvíkingur er FM vinnari, men í dag var tað Norðingur, sum vann, meðan Klaksvíkingur endaði næstfremst.
Sigurin hjá Norðingi var søguligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Norðingur hevur vunnið á ólavsøku.
Hvalurin av Eiði vann kappingina millum 6-mannaførini við monnum, og Hvalurin er FM vinnari í hesi kappingini. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at tey á Eiði hava vunnið FM í kappróðri.
Ólav søkuvinnari | Føroyameistari | |
Barnaróður gentur | Títlingur | Skansin |
Barnaróður dreingir | Falkur | Falkur |
5-mannafør gentur 14-16 ár | Sílið | Sílið |
5-mannafør gentur 17-18 ár | Kjósin | Kjósin |
5-mannafør kvinnur | Firvaldur | Firvaldur |
6-mannafør kvinnur MA | Víkingur | Víkingur |
6-mannafør kvinnur | Jarnbardur | Jarnbardur |
5-mannafør dreingir 14-16 ár | Fípan Fagra | Fípan Fagra |
5-mannafør dreingir 17-18 ár | Drekin | Drekin |
6-mannafør menn | Hvalurin | Hvalurin |
8-mannafør | Tórsbáturin | Tórsbáturin |
10-mannafør | Norðingur | Klaksvíkingur |