– Vit mugu øll vera saman um at fáa undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Tað halda teir báðir tingmenninir, Karlot Hergeirsson úr Framsókn, og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, sum hevur verið varamaður á tingið fyri Hervør Pálsdóttir.
Hesar seinastu dagarnar hevur Løgtingið umrøtt bæði fíggjarlógina fyri næsta ár og eina eykafíggjarlóg fyri í ár, og í tí sambandi fekk Suðuroyartunnilin rættiliga nógva umrøðu.
Karlot Hergeirsson og Páll á Reynatúgvu, eru samdir um, at vit mugu fáa eina samhaldsfasta skipan, har vit øll eru við til at at rinda.
Tí halda teir, at allir undirsjóvartunlarnir, og Strandferðslan, skuldu verðið løgd í eitt felag, so at alt var í einum, og so kundu inntøkur frá tunlum, har inntøka er, verið við til at fíggja Suðuroyartunnilin.
Teir eru eisini samdir um, at tað hevði einki verið í vegin fyri, at gjaldið í undirsjóvartunlunum norðanfjørðs var hækkað eitt sindur fyri at útvega fígging til Suðuroyartunnilin. Her hugsaði teir serliga um Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Vil gleðiliga rinda meir
Men Páll á Reynatúgvu vísir á, at so hvørt inntøkurnar í einum tunli hækka, lækkar bummgjaldið.
Men í Sandoyartunlinum koyra næstan tríggjar ferðir so nógvir bilar, sum væntað varð frammanundan, men gjaldið er ikki lækkað.
Og tað tekur hann fult undir við, tí hann vil fegin rinda nakrar krónur eyka fyri at vera við til at fíggja Suðuroyartunnilin.
Tað skerst ikki burtur, at nakrir politikarar eru rættiliga ivingarsamir um Suðuroyartunnilin.
Men Páll á Reynatúgvu heldur, at tað er løgið, at tey, sum nú hava fingið sítt, bara sleppa teimum sum standa eftir, upp á fjall.
– Tað er ein løgin hugburður, tí skal mann hava burtur av felagsskapin skal mann eisini lata til felagsskapin. Tað er grundhugsanin í tí samhaldsfasta samfelagnum vit hava, sigur hann.
– Tað er eitt sindur skammiligt, at vit eru komin har til, at vit hava so ymiskan hugburð um tey ymisku økini í samfelagnum, heldur Páll á Reynatúgvu.
Ein grundleggjandi hugburður
Páll á Reynatúgvu heldur, at tað fer einki av vágafólki og norðoyngum um tey rinda meiri fyri at koyra ígjøgnum luksustunlarnar, tey hava fingið.
– Kunnu vit vælbjargaðu spýta eitt sindur í felagskassan fyri at hjálpa teimjum sum standa uttan fyri, er einki meiri natúrligt. Tað er ein grundleggjandi hugburður í okkum, at vit lata ongan standa eftir, sigur varamaðurin fyri Tjóðveldi.
– Vit skulu ikki vera so sjálvsøkin, at vit ikki unna øðrum at blóma í sama mun, sum vit hava fingið møguleika til, legði hann afturat.
Hann undrast á, at vit ikki viðgera heildina í størri mun enn vit gera. Tí saknar hann, at vit taka alt undir einum og finna eina samhaldsfasta skipan fyri at fáa øll við
felagsskapin.
Upprunaliga hevur Løgtingið sett 40 milliónir av til veðhald fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tí tað koyra færri bilar ígjøgnum tunlarnar.
Men nú vísir tað seg, at bilatalið er kortini hækkað meiri enn væntað og tí verða 11,4 milliónir skornar av veðhaldinum.
Páll á Reynatúgvu heldur, at hendan sparingin skal koyrast beint í Suðuroyartunnilin.
– Hesa sparingina skulu vit gleðiliga koyra í felagskassan til Suðuroyartunnilin, segði hann.
Kortanei
Summir politikarar taka undir við tankanum um eina samhaldsfasta skipan. Men Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, mótmælir staðiliga, at nøkur bummgjøld verða hækkað.
Tvørtur ímóti heldur hon, at gjøldini skulu lækkast so nógv sum gjørligt fyri at fáa fleiri fólk at brúka tunlarnar - tí so hækka inntøkurnar og tað fer at ganga skjótari at rinda lánini.
Tað er eitt sjónarmið, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er samd, tí hon heldur, at øll hesi gjøldini eru steinur oman á byrðu hjá fólki, sum hava langt at koyra til arbeiðis.