Ongi úrslit

Norðhavssildin flutt 800 km longur norð at gýta

Tað, at norðhavssildin nú gýtir út fyri Lofoten, kann fáa avleiðingar fyri sildastovnin

hav.fo/Eydna í Homrum deildarleiðari - Tilfeingi
8. mai 2025 kl. 17:43

Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, sum er umleið 800 kilometrar norðan fyri Møre, at gýta.

Orsøkirnar til hetta eru lýstar í nýggjari grein í viðurkenda tíðarritinum Nature. Greinin byggir á ástøðið um at torvufiskur verður leiddur av fiskum við nógvum royndum, sonevndum oddafiskum, og fiskur, sum setir til, lærir frá oddafiskunum. Høvuðsniðurstøðan er, at tá tann stóri 2016-árgangurin gjørdist kynsbúgvin sum 5-6 ára gamal, vóru fáir gamlir oddafiskar eftir í stovninum til at vísa ungsildini, hvar vanliga gýtingarøkið er. Unga ættarliðið endaði tí við at ráða sær sjálvum og byrjaði at gýta longur norðuri. Harafturat er torvuatferðin so sterk, at eldru fiskarnir síðani 2021 eisini eru fluttir norð til Lofoten at gýta.

Fiskiskapurin er serliga eftir eldru sildini, og har afturat hevur seinnu árini verið fiskað væl meira enn tilmælt. Tí taka vit lutfalsliga nógvar av oddafiskunum, og harvið missir torvan vitan. Við fleiri gomlum sildum í stovninum hevði gýtingin við Møre helst hildið fram.

Tað, at norðhavssildin nú gýtir út fyri Lofoten, kann fáa avleiðingar fyri sildastovnin. Gýting suðri við Møre er ein fyrimunur, tí tá vaksa larvurnar upp í heitari umhvørvi og eru størri, tá tær reka norð í Barentshavið, har ungsildin veksur upp. Eisini kann norðara gýtingin fáa avleiðingar fyri vistskipanina við Møre, tí nú eru ongar sildalarvur, sum vanliga hava verið týðandi føði hjá t.d. sjófugli.

Tá ein nýggjur, stórur árgangur vónandi skjótt setir við aftur, kann ferðingarmynstrið aftur broytast. Tað er vanligt, at tá ið stovnurin veksur, so veksur útbreiðslan eisini. Tað kann væl henda, at sildin tá fer at søkja suður aftur móti vanligu gýtingarøkjunum.

Tað er Aril Slotte, granskari á norsku havstovuni, ið hevur skrivað greinina í Nature saman við fleiri øðrum granskarum, m.ø. Eydnu í Homrum á Havstovuni. Á heimasíðuni hjá norsku havstovuni er ein longri grein um úrslitini og eisini er eitt Nature-podcast gjørt um granskingina.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

Í gjár kl. 18:05