Norðhavnin verður longd við tunnilsgróti
Nú er arbeiðið byrjað at koyra grót frá tunlunum norð um fjall í Norðhavnina
Klaksvík.fo
29. februar 2024 kl. 20:35
Nú er arbeiðið byrjað at koyra grót frá tunlunum norð um fjall í Norðhavnina. Ætlanin er, er grótið skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt. Norðhavnin er í dag 317 metrar long.
Grótið hevur annars verið goymt í Árnafirði, til arbeiðið við tunlunum var komið so mikið langt, at grótið kundi koyrast gjøgnum nýggju tunlarnar, soleiðis at hetta ikki ávirkaði ferðsluna í verandi tunlum.