NORDDOK 1 hevði eina pulju við 10 milliónir krónum til at lata heimildarfilmum um Ríkisfelagsskapin. Síðstu ferð tað varð deilt út av hesari puljuni, so fóru størstu upphæddirnar til føroyskar framleiðslur. NORDDOK fíggjaði tveir føroyskar heimildarfilmar og ein grønlendskan. Føroyski heimildarfilmurin SKÁL gjørdist veruleiki orsaka av stuðli frá NORDDOK, og ein heimildarfilmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir er ávegis, stuðlað av somu pulju.
Nú kunngerð føroyska Filmshúsið, at tað skjótt fer at bera til at søkja NORDDOK aftur. Allir íbúgvar í Ríkisfelagsskapinum eru vælkomin at søkja.
- Vit skulu fáa gongd fleiri føroyskir heimildarfilmar við næstu puljuni, sigur Tina Wagner, leiðari á Filmshúsinum.
Tað er ein drúgv uppgáva at søkja um filmsstuðul - serliga úr slíkari pulju sum NORDDOK, sum letur stórar upphæddir til fáar verkætlanir. Tí ætlar Tina Wagner at bjóða donsk framleiðslufeløg til Føroyar í heyst, sum kunnu hjálpa at menna hugskotini hjá føroyskum filmsfólkum.
- Hesuferð fara vit at brúka eina verkætlan sum útgangsstøði til at hyggja eftir, hvussu hugskotið verður ment, hvussu tað verður lagt fram í einum skriftligum samanhangi, hvussu gjøgnumarbeitt tað er í teimum ymisku umførunum, hvussu man ger eina fíggjarætlan, og hvussu man fysiskt presenterar seg sjálvan og sína verkætlan, sigur Tina Wagner.
Tíðarfestingin fyri verkstovuna verður kunngjørt seinni, men leiðarin í Filmshúsinum leggur upp til, at øll, sum eru áhugað, nýta summarið til at finna sær eitt hugskot, sum tey vilja menna í heyst.