Nólsoyarsvimjingin á Ovastevnu - Erling Eidesgaard fyrstu um fjørðin

Sum siðvenja er á Ovastevnu, varð leygardagin fyri 23. ferð svomið kapp um Nólsoyarfjørð. Hesa ferð var Erling Eidesgaard fyrstur um fjørðin

Tíðindaskriv
15. august 2022 kl. 11:37

Sum siðvenja er á Ovastevnu, varð leygardagin fyri 23. ferð svomið kapp um Nólsoyarfjørð. Klokkan 10:30 smugu tólv svimjarar sær gjøgnum taran niðanfyri Radioamatørararnar yviri við Strond í Havn og løgdu til brots ímóti Nólsoynni. Í beinari linju er teinurin góðar 4 kilometrar

Fyrstur upp á land á verndaroynni og kom á mál við Grindina, var Erling Eidesgaard við vinnaratíðini 1 tími, 14 minuttir og 26 sekund. Nummar tvey var Oluf Færø við tíðini 1:18:40, og nummar trý var Einar Djurhuus við tíðini 1:19:03.

Í ár varð, sum nakað nokkso óvanligt, byrjað at svimja á eystfallinum - ein tími var eftir av eystfallinum við norðurráki. Komnir út á hálvan fjørðin umleið, varð tað vestfall og suðurrák. Linjan tvørtur um fjørðin var tí hesaferð nógv beinari.

Nólsoyarsvimjingin var fyrstu ferð í 1998, og síðani hevur verið svomið á hvørjum ári undantikið í 2013 vegna veður og í 2020 vegna koronu.