Standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpálli, sum hevur staðið í skjótt eina fjórðings øld í Vágsbotni, er tikin niður.
Niðurtøkan hevur elvt til eitt øgiligt kjak um plássið, standmyndina og orsøkina ikki minst - at plássið skal gerast til ein skoytuvøll. Bæði estetikkur og politikkur verða blandað uppí kjakið av staðsetingini av standmyndini.
Ósemja tykist valda um hvørt Nólsoyarpáll er ein sonevnd skúmisleiv, sjórænari ella ein evnarík og enntá humoristisk tjóðarhetja. Onkur heldur, at Nólsoyarpáll sum tann hipstarin, hann er, man vera farin ein túr í Sirkus, onkur annar heldur, at standmyndin skal setast á Skinnarasker og onkur triði skálkur heldur, at hon kann sendast til Klaksvíkar sum eitt slag av tiltrongdum mentanarligum menningarstuðli til útjaðaran.
Hetta seinasta hugsi eg nú neyvan verður neyðugt við tað, at Klaksvík ikki hevur gjørt lítið burtur úr prýðing av almenna rúminum seinastu árini Hesa seinastu tíðina eru fleiri standmyndir settar upp í Klaksvík enn í Havn.
Eitt býarpláss
Tað besta við býarplássum er eftir mínum tykki standmyndirnar, ið við heilsanum úr síni samtíð ríka okkum nútíðina.
Hetta sæst eisini í býum kring allan heimin, har fólk hava lyndi til at samlast kring standmyndir ella við útsýni yvir á standmyndir. Tað er heilt vist tiltrongt við eini nýggjari byggilistarligari ætlan fyri Vágsbotn, so at økið eitt sindur meira gjølliga verður definerað sum eitt býarpláss.
Eg dugi bara ikki at síggja hví hetta ikki kann gerast við standmyndini. Tað ber serstakliga væl til at skoyta rundan um eina standmynd, í grundini mátti tað verið betri at havt okkurt at skoyta rundanum. Tað gera tey í so mongum býum.
Eingin grund til at stúra
Mong eru forharmað, tí tey hava vant seg til standmyndina og skyggjandi grønu bronsuna, ið forrestin tekur seg væl út móti teimum gomlu reyðu bygningunum í bakgrundini.
- Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyarpáll sang Kári P á sinni, men í veruleikanum er eingin orsøk at stúra eftir sum, at standmyndaleysa støðan í Vágsbotni bara er fyribils.
Í Degi & Viku hóskvøldið 12. november 2020 greiddi býararkitekturin, Birita Wardum frá, at tann avmonteraða standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpáll fer at koma afturíaftur. Tey vita ikki júst hvar, men tað verður í Vágsbotni, tí tað hevur listamaðurin ynskt.
Skal standmyndin setast upp aftur í Vágsbotni, munu ikki vera nógv onnur pláss, so eg hugsi, at standmyndin verður sett upp aftur júst har sum hon var. Og tað er gott.
Tey mongu árini, hon hevur verið partur av býarmyndini, hevur standmyndin broytt status. At byrja við varð standmyndin mikið umdiskuterað. Vit vóru fleiri, ið funnust at tjóðskaparliga og gamaldags stílinum. At standmyndin bleiv standandi har, hevur møguliga við kostnaðin at gera, tí bronsa er serstakliga dýrt tilfar. Tað hevur sjálvandi týdning í hesum sambandi, at listamaðurin, ið hevur gjørt Nólsoyarpáll er okkara kendasti og mest virdi myndahøggari.
Ein national klenodia
Hendan spektakulera, sera umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur uppiborið sítt pláss í Vágsbotni.
Standmyndin sigur eina søgu um eitt tíðarskeið við stórari tjóðskaparkenslu, ið serliga kyknaði eftir føroyska húsagangin og niðurtúrin fyrst í hálvfemsunum, sum m.a. elvdi til, at Danmark mátti taka um endan og sum hevði við sær, at føroyingar eitt tíðarskeið vórðu útspiltir í danska almenna rúminum.
Í dag er Nólsoyarpállstandmyndin náttúrligur partur av býarrúminum í høvuðsstaðnum, har hon í 24 ár hevur verið partur av scenografiini kring okkara ólavsøkuminni og ein mikið nýtt selfie-bakgrund hjá veitslukátum ungdómi. Tí er tað gleðiligt, at býararkitekturin hevur staðfest, at Nólsoyarpáll kemur afturíaftur í Vágsbotn at standa.