Í summum førum sleppa fólk ikki at kæra avgerðir hjá Almannaverkinum. Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Hann sigur, at í summum førum fáa fólk, sum venda sær til Almannaverkið bara eitt munnligt svar.
Men ein munnlig avgerð kann ikki kærast og Jenis av Rana sigur, at fólk hava fortalt honum, at Almannaverkið upplýsir ikki fyri teimum, at tey kunnu biðja um og fáa avgerðina skrivliga, tí tá fáa tey møguleika at kæra til Føroya Kærustovn.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at hetta hevur stóran týdning rættartrygdina hjá teimum, sum venda sær til Almannaverkið og tí fer hon at taka málið upp.
Hon sigur, at øll sum venda sær til Almannaverkið skrivliga, fáa eisini eitt skrivligt svar. Tá ið Almannaverkið broytir veitingar, tí umstøðurnar hjá fólki broytast, fáa fólk skrivlig boð um hetta.
Men tað hendir seg eisini, at fólk ringja til Almannaverkið um ymisk viðurskifti og tá fáa tey eisini ofta bara eitt munnligt svar.
Men tað kann ikki kærast og tí fer hon at taka málið upp við Almannaverkið um støðuna og at lata fólk fáa eitt skrivligt svar, tá ið talan er um avgerðir, sum ávirka teirra viðurskifti.
Almannaverkið fær ímillum 16.000 og 20.000 áheitanir um árið, so tey hava øgiliga nógv samskifti við fólk.